Heiðraðu frásøgumann fyri føroyskt ítróttarmál

Fyri løtu síðani var Suni Merkistein, útvarpsmaður, heirðaður við Móðurmálsvirðislønini 2017.

 

Tað var á Móðurmálsdegnum, sum í dag hevur verið hildin í Løkshøll í Runavík.

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, handaði vegna landsstýriskvinnuna í mentamálum virðislønina, sum umframt heiðurin er ein gáva upp á 25.000 krónur, sum Mentamálaráðið letur.

 

Í grundgevingunum fyri at lata Suna Merkistein heiðurin verður sagt soleiðis:

 

»Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvast á ítróttar- og mentanarøkinum innan bæði útvarp og sjónvarp. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnkynstrið, og tað er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið.

 

Hugsað verður um munnlig eins og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvísur og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttarmálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttargreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld.

 

Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttarmál sum er væl ment og kennist heimligt.

 

Í ítróttarfrásagnum sínum hevur Suni Merkistein mangan víst, hvussu livandi og lætt føroyska málið kann vera.

 

Fyri hansara framúr frásagnarstíl á góðum og viðkomandi máli heiðra vit nú Suna Merkistein við Móðurmálsvirðislønin 2017.«