Leita á in.fo

Danjal av Rana 04.12.2018 (18:30)

Heilt fáar kvinnur tjena yvir eina millión

Eitt, sum stingur í eyguni í yvirlitinum frá skattalistunum, er talið á konufólkum á listanum. Av teimum 552 føroyingunum, sum hava eina skattskylduga inntøku upp á yvir eina millión, eru 22 kvinnur. Tað svarar til sløk fýra prosent. Altso ein av 25, sum tjena yvir eina millión, er kvinna.

 

Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini heldur, at hetta er eitt tekin um ein trupulleika í føroyska samfelagnum.

- Tey, ið fáa hægstu lønirnar, eru í stóran mun tey, sum ráða í samfelagnum. Tí er tað tekin um ein trupulleika, at so fáar kvinnur hava eina høga løn. Tað vísir, at tað framhaldandi eru menn, ið sita á stýrandi postunum, og er eitt tekin um, at kvinnur hava ilt við at sleppa framat toppinum, sigur hann.

 

Tølini frá skattalistunum vísa eisini, at tað er ein stórur lønarmunur millum kynini. Einans 22 kvinnur í Føroyum hava eina skattskylduga inntøku upp á yvir eina millión krónur, meðan tað eru 530 mans við so høgari inntøku. Einans ein kvinna hevur eina inntøku upp á yvir tvær milliónir krónur, mótvegis 60 monnum. 14 føroyingar tjentu yvir tríggjar milliónir krónur í fjør, eingin teirra var kvinna.

 

Ofta verður víst á, at orsøkin til, at kvinnur ikki hava líka høga inntøku, er at tær arbeiða niðursetta tíð og ofta eru yvirumboðaðar í láglønaryrkjum. Ólavur Ellefsen heldur, at hetta er grundað í føroyskari siðvenju, sum vit ikki eru komin úr enn, hóast samfelagið er moderniserað nakað.

 

- Tað eru søguligar og samfelagsligar orsøkir til, at kvinnur arbeiða niðursetta tíð og at kvinnuyrki geva lága løn. Eftir at lønaryrkini tóku seg upp, vóru tað serliga menn, sum gjørdu lønt arbeiði uttan fyri heimið, meðan kvinnur gjørdu ólønt arbeiði við hús. Hetta eru vit ikki komin burtur úr enn, og vit hava millum annað ásetingar í barsilsskipanini, sum fasthalda hetta mynstrið, sigur hann.

 

- Samfelagið væntar í nógv størri mun av kvinnum, at tær átaka sær umsorganarleiklutin, og tað merkir, at nógvar velja ella vera noyddar at arbeiða niðursetta tíð fyri at fáa familjulívið at hanga saman. Fleiri av siðbundnu kvinnuyrkjunum - at taka ímóti børnum, at ansa eftir børnum og at taka sær av sjúklingum og eldri fólki - vóru fyri ikki so langari tíð síðani ólønt arbeiði, og tað hevur tikið tíð at fáa eitt nú jarðarmøður, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar á sama lønarstig sum tilsvarandi siðbundin mannfólkayrki, sigur formaðurin í Javnstøðunevndini.

 

Les meiri um málið í Sosialinum, sum kom út í gjár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her