Heimsins besti pylsuvognur letur uppaftur

Gott eitt ár eftir, at gomlu eigararnir lótu aftur, lata dyrnar aftur upp í kvøld í Skýlinum í Vági.

 

Skýlið í Vági, sum onkur hevur havt hug at kalla fyri heimsins besta pylsuvogn, letur upp aftur í kvøld. Tað boðar Suðurrás frá.

 

Tað eru hjúnini Sigmund og Rowena Bech úr Porkeri, sum hava keypt Skýlið og nú lata upp klokkan 18 í kvøld.

 

Tað var 30. desembur 2015, at gomlu eigararnir, Flemming og Ásgerð Stenberg, stongdu fyri seinastu ferð og góvust við at reka pylsuvognin, sum hevur verið til sølu síðani.

 

Les eisini Bygdamynd hvørvur í kvøld