Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.01.2018 (13:22)

Heimskendur andaligur tónleikabólkur vitjar Føroyar

Meiri enn nakar annar seinastu 20 árini hevur Hillsong sett sín dám á andaligan tónleik um heimin. Fløguútgávurnar hjá Darlene Zschech og øðrum hava selt í milliónatali og sangirnir verða spældir og sungnir í samkomum um allan heimin, bæði á enskum og í týddum útgávum.

 

Eisini her í Føroyum er eyðkendi Hillsong-tónleikurin væl móttikin og eru fleiri av sangunum týddir til føroyskt.

 

9. mars verður nú møguleiki at hoyra Hillsong London í Kelduni í Skálafirði.

 

Hillsong London hevur gjøgnum árini eisini givið fleiri fløgur og stakløg út, m.a. Shout God's Fame, Hail to the King og eiga tey fleiri løg í útgávuni Glorious Ruins. 

 

Eins og aðrar Hillsong samkomur, eru tey kend fyri <wbr />teirra eldhug at náa út til menniskju við lovsangi.

 

Konsertin, sum uttan iva verður fyri fullsettum sali, verður fríggjakvøldið 9. mars kl.20 í Kelduni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her