Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 14.08.2018 (08:57)

Heini O. Heinesen er deyður

Royndi politikarin úr Kunoy, sum fylti 80 ár mánadagin í síðstu viku, doyði seinnapartin í gjár.

 

Hann var longu ein royndur politikari, tá hann á fyrsta sinni var valdur inn á ting fyri Norðoya valdømi á løgtinsvalinum 8. november í 1984. Heini O. Heinesen hevði fleiri ferðir havt sæti á tingi fyri Finnboga Ísakson, sum hesaferð ikki stillaði upp aftur á løgtingsvalinum. Finnbogi hevði røkt løgtingssessin fyri Norðoya valdømi síðani 1966.

 

Mestu politisku royndirnar hevði Heini O. Heinesen tó úr kommunlapolitikki. Hann var um hetta mundið formaður í Kommunufelagnum, og hann hevði verið bygdarráðslimur í Kunoyar kommunu í 16 ár – harav í tey átta sum bygdarráðsformaður.

 

Í samrøðu við málgagnið hjá Tjóðveldisflokkinum, 14. September, tann 10. november i 1984 segði Heini O. Heinesen, at tað fór at vera ein avbjóðing at loysa Finnboga Ísakson av sum løgtingsmann, men at politikkurin verður helst ikki tann sami.

 

Heini O. Heinesen varð valdur við 175 persónligum atkvøðum ta ferðina. Tjóðveldisflokkurin fekk tilsamans 646 atkvøður í Norðoya valdømi. Fólkaflokkurin var størstur við 849 atkøvðum, Javnaðarflokkurin nummar tvey 759 og Tjóðveldisflokkurin nummar trý við 646. Fjórða tingsessin fekk Sjálvstýrisflokkurin við 478 atkvøðum.

 

Heini O. Heinsen sigur víðari í samrøðuni við 14. September, at hann hevði roknað við einum góðum vali, men at tað ikki var ætlanin, at hann skuldi vera bestur.

 

Hesaferð høvdu vit einki leiðaravalevni sum so, og mettu okkum á jøvnum føti hvørt við annað, segði hann.

 

Tá vit minnast Heina O. Heinsen sum ein lokalpolitikara, sum stríddist fyri sínum valdømi, so er tað helst ikki heilt av leið – í øllum førum ikki í mun til tað, sum Heini O. Heinesen sjálvur ætlaði, tá hann varð valdur á ting.

 

Hann segði í samrøðuni við 14. September, at munur fór at vera á politikkinum hjá sær og hjá Finnboga Ísakson.

 

– Har Finnbogi var meira ein politikari fyri alt landið, eri eg sjálvur meira ein politikari fyri mítt valdømi. Men við hesum er ikki sagt, at eg fari at avmarka meg bert til at arbeiða fyri Kunoyar bygd, sum onkur vidi vera við, segði hann.

 

Heini Oyolvur Heinesen var føddur 6. august 1938 í Kunoy.

 

Hann var sjómaður 1954–1955 og var síðan í snikkaralæru í Klaksvík til 1959. Starvaðist sum byggimeistari 1967–1977 og vegaformaður hjá Landsverkfrøðinginum 1978–1988.

 

Heini O. Heinesen var í eitt mannaminni bygdarráðslimur í Kunoy og borgarstjóri í kommununi 1977–2008 og varaborgarstjóri 2009–2012, og røkti hann eitt skifti aftur borgarstjórasessin. Sum lokalpolitikari var hann eisini formaður í Føroya Kommunufelag 1983–1985.

 

Heini O. Heinesen hevði nógv álitisstørv, bæði í Norðoya Tjóðveldisfelag og í Tjóðveldisflokkinum. Hann var eisini formaður í Tjóðveldisflokkinum frá 1994–2000 og formaður floksins á tingi 1994–2004. Hann var valdur á Føroya Løgting fyri Norðoya valdømi á løgtingsvalunum í 1984, 1988, 1990, 1994, 1998 og 2002. Hann fall á valinum í 2004 fyri Karsten Hansen, sum hevði umboðað flokkin í landsstýrinum í seks ár.

 

Men tá Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2008 stillaði Heini O. Heinesen uppaftur og varð valdur við ikki færri enn 415 atkvøðum sum nummar seks á listanum hjá Tjóðveldi. Á valinum í 2011 var Heini O. Heinesen ov stuttur at gerast millum tey seks, sum tá vórðu vald at umboða flokkin á tingi.

 

Heini O. Heinesen fekk heiðurin at seta løgtingið á fyrsta fundi eftir løgtingsvalið í 2008 sum ellisformaður, um fyriskrivað er, skal elsta fólk seta nývalda Løgtingið.

 

Tá var Heini 69 ára gamal.

 

Heini O. Heinesen giftist Honnu Adam á 70 ára føðingardegi sínum í 2008. Hanna doyði í 2016.

 

Seinastu árini búði Heini O. Heinesen á Norðoya Ellis- og Røktarheim.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her