fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.7m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 10.08.2018 (14:04)

Heita á fólk at koma í góðari tíð

Summar Festivalurin væntar fult hús í kvøld og heitir tí á fólk um at koma í góðari tíð í kvøld, aftaná at trupulleikar vóru við langum køum í gjár.


- Í gjárkvøldið vóru umleið 8000 fólk á Summar Festivali, og tað skapti langar køir við inngongdina áðrenn konsertina við høvuðsnavninum Aqua, sum mátti útsetast eitt korter, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.


Fyrireikararnir vænta uppaftur fleiri fólk í kvøld, tá ið svenska heimsstjørnan Zara Larsson skal spæla á Vágsbø.


– Vit vilja heita á fólk um at koma á festivaløkið í góðari tíð áðrenn konsertina, so langar køir ikki verða við inngongdina, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.


Zara Larsson spælir á Vágsbø kl. 21:00 í kvøld. Onnur sum framføra eru í kvøld Heiðrik, T.O.S., Lena Anderssen, Kjølar, Asta & Liza, Sámal Ravnsfjall og Ingi Poulsen.


Í kvøld verður eisini stóra SF fagnaðarkonsertin, tá 15 sangarar syngja 15 sangir, sum hava verið við at seta dám á Summar Festivalin gjøgnum árini. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her