Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.12.2018 (09:54)

Heldur fast við at kalla Helenu fyri forMANN

Eftir teirri skipan vit hava í Løgtinginum, er Helena Dam á Neystabø formaður og tí slepst ikki undan at kalla hana Harra formaður. Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.

 

Nýliga er Helena Dam á Neystabø vald í formansskapin fyri Løgtingið og tað er týðiligt, at løgtingslimir eru ikki vanir at hava eina kvinnu í formansskapinum – sum tað formliga eitur. Tað var nevniliga ein stór fløkja í, hvussu hon varð nevnd á tingsins røðarapalli. Frú forkvinna, Harra forkvinna, Frú formaður, ella Harra formaður, vóru nøkur av heitunum, hon fekk fest á seg.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur áður fortald okkum, at eftir tingskipanini, og stýrisskipanini, skal Helena Dam á Neystabø nevnast formaður, hóast hon er ein kvinna. Ein løgtingslimur er løgtingsmaður og ein limur í landsstýrinum er landsstýrismaður, hóast talan er um kvinnur.

 

 

Les eisini: Helena er formaður - ikki forkvinna

 

 

Men yvirhøvur hava tinglimir og landsstýrisfólk kortini kalla hana forkvinnu. Men tað er ein tingmaður, sum setur upp á at kalla hana formann, og tað Jenis av Rana. Hann vísir á, at eftir tingskipanini eitur tað formaður og tí slepst ikki undan at kalla Helenu Dam á Neystabø fyri Harra formaður, tí tað ber ikki til at kalla nakran Frú formaður.

 

Og sostatt heldur hann fast við tað, sum stendur í tingskipanini og kallar tann, sum leiðir tingfundin, Harra formaður, eisini tá ið tað er ein kvinna, sum situr í sessinum.

 

Les eisini: Helena vil kallast Frú forkvinna


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her