Helena: Hetta er ikki ein politisk starvssetan

Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við misálitinum á sína egnu landsstýriskvinnu

Helena Dam á Neystabø er talskvinna fyri Javnaðarflokkin í málinum. Hon ger tað púra greitt, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við misálitinum á sína egnu landsstýriskvinnu, Rigmor Dam.

 

Helena Dam á Neystabø sigur, at talan ikki er um, at Mentamálaráðið hevur yvirstýrt stjóran, men at uppsøgnin einans er ógildað.

- Málið verður tí sent aftur til stjóran í Kringvarpinum. Nú standa honum teir møguleikar aftur í boðið, sum Mentamálaráðið sigur, at stjórin átti at nýtt, tað vil siga, at geva eina átalu, ávaring ella flyta viðkomandi í annað starv í stovninum, sigur hon.

 

- Her er als ikki talan um eina politiska starvssetan. Mentamálaráðið hevur ikki sett tíðindaleiðaran í starv aftur, men hevur bara ógildað uppsøgnina hjá stjóranum, sigur hon.