fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 3.1m/s

Leita á in.fo

Mynd: Hagstovan

Danjal av Rana 17.02.2017 (14:10)

Helvtin av útflutninginum er laksur

Fyrsta uppgerð av samlaða útflutningurin fyri 2016 vísir, at útflutt er fyri næstan 8 milliardir krónur. Vøksturin er meiri enn 1 milliard ella 16%.

 

Tað er serliga laksurin, sum ger mun, tá útflutningsvirðið verður gjørt upp.

 

Í virði er laksaútflutningurin vaksin 31%, tað er 862 mió.kr. samanborið við árið fyri. Í 2016 varð laksur seldur fyri næstan 3,7 millard krónur, og svarar tað til næstan helvtina av øllum fiskavøruútflutninginum.

 

Tað er eisini útflutt meiri av uppsjóvarfiskasløgunum makreli og svartkjafti, meðan sildaútflutningurin er minkaður nakað. Útflutningurin av makreli fór í fjør fyri fyrstu ferð upp um eina milliard krónur.

 

Bólkurin annar fiskur er minkaður 100 milliónir krónur í 2016 meðan bólkurin fiskaúrdráttir er vaksin 137 milliónir krónur. Í ein ávisan mun er her talan um flyting millum bólkarnar vegna nýggju vøruskránna, sum kom í gildi 1. januar 2016.

 

Botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa eru minkaði í virði, men vaksin í nøgd.

 

Kelda: Hagstovan.