fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Skúvoy er ein av útoyggjunum, sum er komin í eina keðiiga støðu. Mynd: Ingi Sørensen

Áki Bertholdsen 13.10.2016 (15:50)

Hendrik Old vil hava færri útoyggjar

Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum vil skerja talið á útoyggjum í Føroyum.

 

Fyrr í dag skrivaðu vit her á www.in.fo. at útoyggjafólk eru komin í eina ringa støðu, tí flutningsstuðulin, tey fáa frá landinum, er uppi. Sostatt fáa tey ongar vørur til oynna, og ongar vørur av oynni, uttan at rinda fullan prís, og tað er ein stórur smeitur, serliga nú slaktið skal avreiðast.

 

 

Les eisini: Fólk á útoyggj komin í eina ringa støðu

 

 

Men Hendrik Old heldur, at ein máti at fáa flutningsstuðulin til útoyggjarnar at strekkja til, er at tryggja, at hann av álvara kemur teimum til góðar, hann er ætlaður til.

 

Í hesum sambandi heldur hann, at vit eiga at endurskoða ásetingina um, hvørjar útoyggjarnar eru.

 

Tær oyggjar, sum í dag verða skilmarkaðar sum útoyggjar, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

 

Men Hendrik Old heldur, at tað er ein spurningur um tað er rætt at skilmarka oyggjar, sum hava ferðasamband við bilaferju, sum útoyggjar.

 

Her hugsar hann um Nólsoy og Kalsoy og hann heldur, at vit eiga at skilmarka útoyggjar til at vera oyggjar, sum bilaferja ikki siglur til.

 

Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum, er ikki heilt samd við landsstýrismannin.

 

 

Les eisini: Stuðulin fer á skeivar hendur

 

 

Í fyrstu atløgu staðfestir hon, at Nólsoy er ikki skilmarkað sum ein útoyggj í sambandi við flutningsstuðul. Sostatt fæst ongin flutningsstuðul til at flyta vørur og farm í og úr Nólsoy. Og hinvegin heldur hon, at Kalsoy eigur at varðveita flutningsstuðulin, hóast hon hevur ferðasamband við bilaferju.

 

- Í Útoyggjafeleagnum hava vit ta støðu, at Kalsoy er ikki í somu støðu sum Nólsoy, sigur Olga Biskopstø.

 

Hon vísir á, at Nólsoy hevur beinleiðis samband við høvuðsstaðin, men tá ið kalsoyingar eru komnir inn á meginlandið, skulu tey fyrst til Klaksvíkar, og síðani ígjøgnum ein undirsjóvartunnil, her tað er bummgjald, áðrenn tey koma til Havnar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her