fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Eyðgunn Samuelsen 12.09.2018 (11:42)

Hendur byggja hús

Vit hoyra dag og dagliga um bústaðartrot, og at fólk hava ikki ráð at byggja ella flyta inn í íbúðir, ið verða bygdar, tí tær eru ov dýrar. Vit hoyra eisini, at familjur við vanligum inntøkum uttan fyri miðstaðarøkið ikki fáa lán at byggja sethús, tí bankarnir hyggja at byggikostnaðinum í mun til søluprísin, heldur enn at hyggja at, um fólk hava ráð at gjalda húsini aftur. Vanlig fólk byggja sær hús við tí fyri eyga at fáa eitt heim, ikki fyri at selja tey aftur. Vit hoyra eisini um, at hópur av húsum standa tóm runt um í landinum meðan fólk í hópatali mangla bústað. Økta ferðavinnan og manglandi gistingarhúspláss eru eisini viðvirkandi til, at nógv fólk heldur leiga hús út ígjøgnum AirBNB heldur enn at langtíðarleiga húsini til bústað.

 

Orsøkirnar til hesa gongd eru fleiri, tað hevur eydnast so væl við at fáa okkara ungdóm at velja Føroyar til, at vit frá 2014 og til í dag eru 3000 fleiri fólk búsitandi í Føroyum, samstundis sum tað “bert” eru komnir 700 nýggir bústaðir. Góða gongdin í fólkatalinum er ein sólskinssøga, og vit mugu gera alt, ið vit kunnu fyri at henda gongd kann halda fram.

 

Ein avbjóðing, ið ger, at ongin løtt loysn er at vísa á, er, at arbeiði er til allar hendur og ikki minst í byggivinnuni. Tað eru hundratals útlendskir handverkarar í Føroyum, og teir byggja nógv annað enn bústaðir til fólk. Land og kommunur hava methøgar íløgur, og tær kommunur, har bústaðartrotið er størst, gera neyðugar íløgur, ið eru avleiddar av fólkavøkstrinum. Hetta er millum annað skúlar og barnagarðar og ymisk mentanartilboð, ið eisini skulu til, um fólk skulu støðast á staðnum. 

 

At vit sum land hava verið so sein á sjóvarfallinum at fjøltáttað okkara bústaðarmarknað við eitt nú fleiri leigubústøðum og byggivirksemi annars er viðvirkandi til, at vit fáa ov fáar og ov dýrar bústaðir fyri peningin, ið verður brúktur til endamálið. Hetta merkir ikki, at vit onki kunnu gera og lat ongan iva vera um, at neyðugt er at gera alt, ið vit eru ment, fyri at loysa avbjóðingina so skjótt sum til ber. Spurningurin er bara, hvør skal gera hvat, og hvussu skulu vit gera fyri at náa málinum. 

 

 

Átøk eru framd seinnu árini

Ført hevur verið fram í miðlunum, at vit eru 50 ár ov sein ella afturúr í Føroyum, tá ið tað kemur til at byggja upp ein fjøltáttaðan bústaðarmarknað. Hesum eri eg ikki ósamd við.

 

Tað eigur tó ikki at vera nakar ivi um, at henda – og undanfarna samgonga – hava gjørt fleiri átøk fyri at bøta um bústaðarviðurskiftini. 

 

- Bústaðir hevur nevniliga fingið heimild til at byggja, útvega og reka leigubústaðir.

- Leigulóg er komin (og er síðani dagførd).

- Lóg um lutaíbúðafelag er samtykt. 

- Og eisini er tað gjørt sera lagaligt hjá fólki at leiga íbúð út í bústaði sínum. 

- Og kommununar hava fingið heimild at byggja til eldri borgarar.

 

Nevnast skal eisini, at Bústaðir í 2017 fekk loyvi at lána 250 mió. krónur, soleiðis at almenna bústaðafelagið nú hevur møguleika at halda fram við at fáa til vega leigubústaðir – við lagaligari húsaleigu. Samgongan hevur eisini sett 200 mió av í árunum 2018-2022 at byggja vardar bústaðir. 

 

Samanumtikið mugu vit tó bara ásanna, at hesi tiltøk ikki hava havt nóg góð úrslit við sær, í mun til tað, sum vit frá politiskari síðu høvdu ynskt. Tí er neyðugt at seta út í kortið, hvørji onnur átøk mugu til.

 

 

Hendur skulu til

Skulu vit megna at lyfta hesa avbjóðing, og tað skulu vit, so mugu vit vera fleiri, ið lyfta í felag.

Landið skal gera sín part, kommununar sín og fakfeløg/pensjónsgrunnar og privata vinnan eiga eisini at vera við.

Landsstýrið hevur samtykt at toyggja tær íløgur, ið krevja nógva arbeiðsmegi, so vit á tann hátt kunnu leysgeva tær hendur, ið eru ein fortreyt fyri, at vit kunnu byggja fleiri bústaðir, og vit vóna, at kommununar vilja gera tað sama.

 

Samstundis hevur Bústaðir pening at byggja við, soleiðis at vit kunnu fáa 200 leiguíbúðir aftrat komandi tvey árini og koma úr 260 upp á knapt 500 leigubústaðir. Vit mugu tryggja, at Bústaðir framhaldandi kunnu vera ein virkin partur á bústaðarmarknaðinum, og tí eiga vit longu nú at tryggja, at Bústaðir hevur møguleika at byggja eins nógvar leigubústaðir aftrat eftir at tær 200, sum nú liggja í kortinum, eru bygdar.

 

Bústaðir til fólk við serligum tørvi fyri 200 mió. verða bygdar komandi 4 árini. Neyðugt er eisini at seta pening av til fleiri vardar bústaðir kring landið næsta 4 ára skeiðið, so tørvurin kann nøktast.  

 

Tað er vanligt í okkara grannalondum, at kommunur hava heimild at byggja bústaðir innan tey øki, ið tær hava ábyrgdina av. Við útleggingini av eldraøkinum fingu kommununar  heimild at byggja til eldri, og um tær seta gongd á hesa bygging kunnu tær verða viðvirkandi til, at fleiri sethús verða tøk. Eg havi fráboðað kommununum, at meta tær at ógreiða ella nøkur forðing er í teirra heimildum hesum viðvíkjandi, so eri eg sinnað at broyta hetta beinanvegin.

 

Tað er eisini vanligt í okkara grannalondum, at kommunur kunnu luttaka við 10-15% av byggikostnaðinum til alment gagnligar leiguíbúðir. Hetta verður gjørt á tann hátt, at tær kunnu útvega grundøki til leiguíbúðir og gera tað byggibúgvi fyri ein sámuligan prís, hesa heimild eiga vit at útvega teimum.

 

Við broytingini í leigulógini, ið var samtykt í vár, fingu kommununar heimild at skráseta allar góðkendar leiguíbúðir í kommununi. Verður henda heimild brúkt, ber til at hava fingurin á pulsinum og arbeiða miðvíst við at nøkta tørvin á bústøðum í kommununi.

 

Hóast nógvar ungar familjur ynskja leiguíbúðir, so eru tað eisini familjur, ið ynskja at byggja vanlig sethús. Tøl frá Kommunufelagnum vísa, at fleiri hundrað grundøki verða útstykkjað kring landið bara í ár, og vit mugu gera tað møguligt at fáa hendurnar tøkar, so byggjast kann.

 

Vit mugu finna loysnir, so til ber at seta búgv kring alt landið og fáa ein part av tómu húsunum í spæl til tey, ið mangla bústað.

 

Vit eiga ikki at avtaka AirBNB, men nú fleiri gistingarhús verða bygd, skuldi tað, alt annað líka, viðført eitt størri útboð av íbúðum til langtíðarleigu. Vit hava gjørt tað munandi meira lønandi at langtíðarleiga, og vit eiga at umhugsa at gera tað enn meira lønandi.

 

Vit skulu gera tað møguligt hjá teimum feløgum, ið vilja byggja bíligar leiguíbúðir at sleppa í gongd beinanvegin. Hendurnar mugu fáast til vega, og eru aðrar forðingar skulu tær loysast beinanvegin. 

 

 

Hava ikki ráð at sita hendur í favn

Øll hava rætt til ein bústað til ein sámuligan kostnað, og tí má politiska skipanin hava sum aðalmál at skapa karmar, so hetta verður møguligt.Men samstundis mugu vit hugsa skynsamt og handla við støði í tí búskaparstøðu, vit eru í beint nú.

 

 

Eyðgunn Samuelsen,

Landsstýriskvinna í bústaðarmálum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her