fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 3.1m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 17.02.2017 (13:18)

Henrik Old ávarar um el-bilar

– Vit skulu ikki leypa á leistum bara fyri at fylgja rákinum og ríða á grønu bylgjuni.

 

Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum

 

Hann var á ársfundi hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd í morgun, har tað høvið brúkti hann til at mæla til varsemi, nú eitt rák hevur tikið seg upp, at øll skulu hava el-bil.

 

Samgongan hevur annars strikað fleiri av avgjøldunum á el-bilum fyri at eggja føroyingum at fáa sær el-bil.

 

Men Henrik Old heldur er ikki vísur í at hetta er so klókt. Tvørtur ímóti heldur hann, at vit skulu ikki leypa fram av og at glaðbeint royna at fáa føroyingar at keypa sær el-bil.

 

Hann vísir á, at tað hevur verið nógv frammi um, hvussu skjótt tað er, at eldur kemur í ein el-bil.

 

– Tað hevur verið ført fram um, at tað kemur skjótari eldur í ein el-bil, enn í vanligar bensin- og dieselbilar.

 

Síðani eru onnur, sum hava víst hesum aftur, tí tey siga, at vandin fyri at eldur kemur í ein el-bil, er ikki størri enn at eldur kemur í ein vanligan bensin- og diesel bil.

 

Men tað er í hvussu so er eitt, ið ikki reingist, og tað er, er eldur komin í ein el-bil, er hann nógvar ferðir verri at sløkkja, enn eldur, sum kemur í ein vanligan bil.

 

– Nýliga eru royndir gjørdar í Noregi, har eldur varð settur í ein el-bil, og har vísti tað seg, at eitt vælmannað sløkkilið hevði ein heilan tíma um sløkkja, tað er tí at hann hevur so stórt battarí.

 

Samstundis vísir landsstýrismaðurin í samferðslu á, at vit eru eitt oyggjaland, sum er samanbundið av nógvum tunlum, bæði omansjóvar og undirsjóvar, og harafturat hava vit nógvar bilaferjur, sum føra bilar um firðir og sund.

 

– Vit eru tað fólkið í heiminum, sum ferðast eina mest ígjøgnum tunlar og við ferðafólkaskipum, sigur Henrik Old.

 

– Við tí samferðslumynstrið vit hava, eiga vit at vera varin, áðrenn vit eggja fólki í stórum tali at fáa sær el-bil, tá ið tað er so ringt at sløkkja, skuldi eldur komið í teir, heldur Henrik Old.

 

– Er tað rætt at fylla bilaferjur og undirsjóvartunlar við bilum, sum eru so torførir at sløkkja, sjálvt hjá vælmannaðum sløkkiliði, leggur hann afturat.

 

– Er tað rætt at leypa á leistum, ella er tað rætt at drála eitt sindur á, og vita hvørjar royndir onnur gera sær á hesum øki, er spurningurin, Henrik Old, reisir.