Henrik Old skjýtur fyrsta skotið

Tað verður Henrik Old, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sum fer at lata fyrsta skotið av til Eysturoyartunlinum. Tað verður týsdagin komandi klokkan eitt korter til trý.

 

Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald hendan dagin á Strondum við hesi skrá:

 

14.00 Vælkomin og røður

Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum bjóðar vælkomin

Aksel V. Johannesen løgmaður heldur røðu

Johansen bygdarráðsformaður í Sjóvar Kommunu heldur røðu

Røðurnar verða við tunnilsmunnan á Strondum

14.15 Hendrik Old Landsstýrismaður í Samferðslumálum skjýtur fyrsta skotið

14.30 Kaffi, te og køkur í bygdarhúsinum á Strondum

16.00 Liðugt.

 

Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sigur, at verður veðrið ikki til vildar, verða røðurnar í staðin hildnar í bygdarhúsinum eftir fyrsta skotið.

 

Í samband við hátíðarhaldið siglir Ternan av Bursatanga kl. 12.30 inn á Strendur. Túrurin er ókeypis. Á vegnum verður lagt at í Nólsoy. Siglt verður aftur av Strondum klokkan 16.00 til Havnar. Ternan tekur 295 ferðafólk. Bussur koyrir frá Ternuni til tunnilsmunnan, eins og frá tunnilsmunnanum til bygdarhúsið og aftur til Ternuna.