Henrik úr landsstýrinum og Djóni úr Løgtinginum

Tað verður veiki flokkurin í samgonguni, Javnaðarflokkurin, sum má lata landsstýrissess til Miðflokkin

Um tað eydnast samgonguni og Miðflokkinum at skipa nýtt landsstýrið, so merkir tað uttan iva, at tað er Javnaðarflokkurin, sum má lata Miðflokkinum ein landsstýrissess, tí júst veikleikin hjá Javnaðarflokkinum er orsøkin til, at tað hevur gingið so illa hjá samgonguni at telja upp í 17.

 

Tað tykist greitt, at tað so verður landsstýrissessurin hjá Hendriki Old, sum verður býtisbarnið – og fyrsta valið til landsstýrismann hjá Miðflokkinum verður helst Bill Justinussen, sum sat í seinna fullveldislandsstýrinum frá 2002 til 2004, tá hann var landsstýrismaður í familju og heilsumálum.

 

Tað merkir so, at boð aftur verða eftir Karsten Hansen sum løgtingsmanni fyri Bill Justinussen. Karsten Hansen var fíggjarmálaráðharri fyri Tjóðveldi undir báðum fullveldislandsstýrunum frá 1998 til 2002. Hann varð valdur á ting fyri Tjóðveldi í 2004 og fyri Miðflokkin í 2008. Hann var eisini fíggjarmálaráðharri í CHE samgonguni, sum sat frá februar til september í 2008, fyri Miðflokkin og landsstýrismaður í heilsumálum frá 2011-2015.

 

Fer Henrik Old frá sum landsstýrismaður fer hann aftur í tingið. Tað merkir, at Djóni Nolsøe Joensen rýkur úr tinginum, tí hann er ytsti varamaður hjá Javnaðarflokkinum.

 

Henrik Old er gamal í politikki. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1984 og varð afturvaldur hvørjaferð fram til 2004, tá hann tó kom inn sum varamaður fyri Jóannes Eidesgaard, sum tá varð valdur til løgmann. Hann gavst í politikki í 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur. Men hann vendi aftur í 2011, tá hann aftur varð valdur á ting eins og í 2015, tá hann eisini kom í landsstýrið.

 

Sambært løgmanni verður talan um eina samgongu við 19 fólkum. Men greitt er, at hetta stigið verður tikið fyri at halda Kristin Michelsen og Bjarna Hammer uttan fyri ávirkan. Um semjan við Sjálvstýrisflokkin um fíggjarlógina heldur, so verða tað 20 tingfólk, sum standa saman um fíggjarlógina – ein semja, sum samgongan uttan Sonju Jógvansdóttir hevur gjørt við Sjálvstýrisflokkin.

 

Vit frætta nærri um samráðingar seinni í dag.