Hensia Einarsson leggur frá sær

Nógv fólk vóru komin saman í hølunum hjá Heilsu- og Umsorganartænastuni seinnapartin í gjár til eina fráfaringarløtu í sambandi við, at Hensia Einarsson leggur frá sær.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, legði fyri við at takka øllum, sum komin vóru saman at takka Hensiu fyri drúgt og vælútint verk, nú hon hevur valt at leggja frá sær og av fullum huga fer at njóta lívið, tá hon nú gerst pensjónistur tann 19. november.

 

Og Annika Olsen segði víðari:

 

– Fyri hálvumfjóðra ári síðan varð eg uppringd av kringvarpinum, sum vildi hava meg til eitt sokallað "kaffiprát" niðri í Kaffihúsinum. Hetta var ein sending, har ein lurtari fekk høvið at hitta ein persón eftir egnum ynski og so at seta viðkomandi nakrar nærgangandi spurningar.

 

Lurtarin var sjálvandi Hensia og eg fekk sum landsstýrskvinna fyri eldraøkinum álvarsliga oyruni í maskinuna og varð bæði tráspurd og forhoyrd um alt frá eldrapolitikki til persónliga matgerð.

 

Hon mundi kortini hava rímiliga stórar ambitiónir um meg, tí hon rundaði av við at spyrja, um eg hevði hug at gerast løgmaður. Tá eg svaraði, at eg ikki hevði sagt nei, rundaði hon prátið turrisliga av og segði: "Nei, eg hugsaði tað".

 

---

 

Góða Hensia. Sum tínir starvsfelagar eisini siga, so ert tú altíð stuttlig at vera í selskapi við, litføgur, umhugsin, fakliga engasjerað, sosial og vinarlig.

 

Tú hevur roynt sera nógv, síðan tú í 1981 varð útbúgvin sum sjúkrasystir. Diplomprógv tók tú í 1988 í Keypmannahavn. Tú hevur havt nógv ymisk størv á Landssjúkrahúsinum, eina tíð vart tú konsulatiónssjúkrasystir hjá kommunulæknanum í Kollafirði, eina aðru ferð vart tú fyristøðukvinna á Landssjúkrahúsinum og aftaná tað bleivst tú leiðari á Tjarnargarði.

 

Vit fingu eisini høvið at hittast, tá Tjarnargarður fylti 10 ár í oktober 2014. Og tað er kanska av Tjarnargarði, vit kenna teg best.

 

Tá Tjarnargarður læt upp í 2004, var ovurstórur tørvur á røktarheimsplássum. Tjarnargarður hevur verið ein týðandi leikari á hesum økinum líka síðan.

 

Sum nakað nýtt tá kundi Tjarnargarður bjóðað hjúnum, har annar er minnisveikur, røktarheimspláss. Hesin møguleikin hevur verið til mikla gleði og gagn hjá hesum hjúnum og teirra avvarðandi.

 

Tjarnargarður hevur verið so nógv meira enn ein bygningur, ein stovnur, har eldri, og fólk, sum hava tørv á røkt og stuðli, koma. Tjarnargarður verður teirra nýggja heim, tá tey ikki longur megna at klára seg í egnum húsi, og tí er tað umráðandi, at tey kenna seg heima her.

 

Tað hevur verið eitt heimligt røktarheim, har trivnaður og umsorgan eru í miðdeplinum.

 

Og øllum hesum átti tú tín stóra lut í.

 

 

Nakrar ferðir hevur tú eisini starvast uttanlands, í Bodø, Málselv og Averøy í Noregi og í Horsens og Risskov í Danmark.

 

Men vit høvdu kanska ikki roknað við at tær dámdi so væl uttanlands, at tú fórt at stinga í sekkin og flyta til Aakirkeby á Bornholm, har tú og Finn hava hava keypt tykkum eini fitt býarhús.

 

Men vit hava eisini frætt, at áðrenn tit flyta fara tit líka á cruise til bæði Azorurnar og Bermuda. So tit duga sanniliga at liva tað góða lívið. Og tað skal verða tykkum væl unt.

 

Annars er tað kanska ikki so býtt at flyta á Bornholm at búgva. Bygdavegirnir har eru sera væl egnaðir til motorsúkklukoyring, og har eru so fáar mótibrekkur, at tann gamla Nimbus'in fær tað ikki serliga strævið. :)

 

Góða Hensia. Eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra ískoyti og tína drúgvu og trúgvu tænastu. Og eg skal vegna Tórshavnar kommunu ynskja tykkum báðum alt tað besta í framtíðini, segði Annika Olsen at enda, áðrenn hon handaði blómur og gávu frá kommununi.