Heppin vinnari fær 5 mia kr í lotto

Ein lottospælari í Massachusetts hevur rakt tey vinnaratølini, sum geva størsta lottovinning í USA nakrantíð.

 

Bara ein seðil hevði ta røttu talsamansetingina, tá tey seks røttu vinnaratølini í gjár vórðu drigin í stóra amerikanska lottarínum, Powerball.

 

Talrøðin 6-7-16-23-26 og jackpotnummarið 4 gav fyrstavinning upp á 758,7 milliónir dollarar sum í okkara pengum svarar til 4,8 milliardir krónur.

 

Tað er størsti lottovinningur í USA nakrantíð, upplýsið felagið, sum hevur lottaríið.

 

Vinnaraseðilin er seldur í einum handli í býnum Watertown í Massachusetts, ein býur við 35.000 íbúgvum.

 

Sannlíkindini fyri at raka røttu talsamansetingina er 1 til 292,2 milliónir.

 

Fyri at fáa allar tær 4,8 milliardir krónurnar útgoldnar skal vinnarin góðtaka, at vinningurin verður goldin yvir 29 ár.

 

Um vinnarin vil hava allan vinningin í senn fær hann bara 2,8 milliardir krónur. Síðani skal hann gjalda skatt, sum vanliga er um 30 prosent av vinninginum.

 

Umframt 1. vinning eru seks 2. vinningar, sum hvør er upp á 12,6 og 6,3 milliónir dollarar.

 

Samlaða vinnarapuljan var tann næststørsta í amerikanskari søgu.

 

Powerball-lottaríið verður spælt í 44 av teimum 50 statunum í USA og í Washington D. C., Puerto Rico og á Jomfrúoyggjunum – fyrrverandi Dansk Vestindia.

 

/ritzau/AP