Her er Miss Universe

Í nátt varð 22 ára gamla Demi-Leigh Nel-Peterse úr Suðurafrika kosin sum Miss Universe 2017 í stórum tiltaki í Las Vegast.



91 aðrar vakurleikadrotningar vóru í kappingini. Kolumbianska Laura Gonzales gjørdist nummar tvey, meðan nummar trý er Davina Bennet úr Jamaika.



Demi-Leigh Nel-Peters var herfyri útbúgving innan leiðslu, og er fyrsta kvinnan úr Suðurafrika at vinna hendan heiðurin síðani 1978. Hon varð í summar rænd við revolara í Johannesburg. Síðani hevur hon verið við til at gera eitt skeið, sum undirvísir kvinnum í sjálvverju.



Í finaluni varð hon spurd, hvat hon heldur er størsta avbjóðingin fyri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum. Hon svara javnbjóðis lønarviðurskifti.



- Onkra staðni fáa kvinnur 75 prosent av, hvat menn fáa fyri sama arbeiði. Tað er ikki rætt. Eg haldi allar kvinnur í heiminum skulu hava eins løn fyri eins arbeiði, sigur hon.



Miss Universe kappingin varðar í tvær vikur, har luttakararnir vísa seg fram í ymiskum klæðum. Samstundis skulu tær svara spurningum fyri at vísa, at tær eru gløggar og mentanarliga útbúnar.



Tær 92 kvinnurnar, sum vóru við til Miss Universe, settu met í talið av kvinnum. Fyrstu ferð kappingin varð hildin var í 1952.



/ritzau/Reuters