Leita á in.fo

Her er okkurt heilt galið og nú má okkurt grundleggjandi henda

Áki Bertholdsen 13.03.2019 (15:40)

Her er okkurt heilt galið - og støðan er álvarslig

– Við hesum áhaldandi ruðuleikanum í sjúkrahúsverkinum, er tað greitt, at nakað er heilt galið er við verandi leiðslubygnaði, bæði í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður.

 

Nú skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, greiða Løgtinginum frá, hví Jóanis Erik Køtlum brádliga hevur sagt seg úr starvi sum stjóri í Sjúkrahúsverkinum eftir at hava sitið í starvinum í bara 14 mánaðir.

 

Í hesum sambandi hevur Kaj Leo Holm Johannesen nú sett landsstýriskvinnuni tíggju spurningar, sum hon nú skal svara alment upp á. 

 

 

Spurningarnir eru hesir:

 

1: Hvørjar eru grundgevingarnar hjá forstjóranum í føroyska Sjúkraverkinum og á Landssjúkrahúsinum at siga upp?

 

2: Hvussu er ítøkiliga uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið millum forstjóra og landsstýriskvinnuna/ aðalráðið?

 

3: Hvussu er ítøkiliga uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið hjá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum?

 

4: Hvussu hevur nýggi leiðslubygnaðurin við forstjóra virka higartil, t.e. sett mál, samskifti, samstarv og loysnir? 

 

5: Hvørjar ítøkiligar broytingar  er framdar og hvørji ítøkilig úrslit eru nádd síðan forstjórin tók við starvinum 2. januar 2018, í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum?

 

6: Hvør er orsøkin til, at játtanir ikki halda á Landssjúkrahúsinum og hví koma fráboðanir um týðandi frávik ikki í góðari tíð ella leypandi? 

 

7: Tað, at játtanirnar ikki halda á Landssjúkrahúsinum, er talan um undirfígging og/ ella um vánaliga búskaparstýring? 

 

8: Hvørjar ætlanir eru um at styrkja og menna búskaparleiðslu og stýring í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum?

 

9: Hví setur forstjórin ikki øll starvsfólk í starv og loysir tey úr starvi? 

 

10: Hví verður ikki sett eitt professionelt stýrið ella professionell nevnd millum landsstýriskvinnuna/ aðalráðið og Sjúkrahúsverkið?  

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Jóanis Erik Køtlum hevur boðað frá, at orsøkin til at hann hevur sagt upp, er at samskiftið við aðalráðið er vánaligt, umframt at ráðið vísir honum vantandi álit og tosar niðrandi við hann.

 

– Hetta er ein álvarslig støða, serliga tí, at samanhangurin í leiðsluarbeiðinum verður brotin annaðhvørt ár, ella so, og hvørja ferð skal byrjast av nýggjum. Harafturat eru óstøðugu leiðsluviðurskifitini ein vandi fyri fíggjarligu stýringina á Landssjúkrahúsinum.

 

– Við hesum áhaldandi ruðuleikanum er tað greitt, at nakað er heilt galið er við verandi leiðslubygnaði, bæði í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

 

Hann vísir á, at forstjórin hevur als ikki tær heimildir, sum skulu fylgja við teimum uppgávum og ábyrgd, sum áløgd er honum. Eitt nú setir hann ikki sjálvur stjórar á teimum smærru sjúkrahúsunum og heldur ikki læknastjóra.

 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at verandi leiðslubygnaður byggir á eina avoldaða leiðslumentan og elvir til beinleiðis politiska uppílegging og innanhýsis valdsstríð, bæði í sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað, sum í roynd og veru er støðan, er, at landsstýriskvinnan sjálv er forstjóri í føroyska Sjúkrahúsverkinum. 

 

– Tíðin er komin til at fremja grundleggjandi broytingar í leiðslubygnaðinum í Sjúkrahúsverkinum. Verður hetta ikki gjørt verður ómøguligt at menna føroyska Sjúkrahúsverkið, og tað er politiskt eitt álvarsligt mál, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her