Her er sterki maðurin í Betri-samtakinum

Í gjár vóru aðalfundir í ymsu feløgunum í Betri samtakinum. Í Ognarfelag Tryggignartakaranna, sum velur høvuðsnevndina í Betri – tað sum fyrr kallaðist TF Holding, vóru tveir nýggir nevndarlimir valdir: Teitur Poulsen og Gunn Danielsen, meðan Arni D. Brattaberg varð afturvaldur.

 

P/F Betri (TF Holding) er móðurfelag hjá P/F Betri Trygging, P/F Betri Banka, P/F Betri Pensjón og P/F Betri Heim.

 

Nevndin í Betri hevur skipað seg við Birgiri Nielsen sum formanni og Teiti Poulsen sum næstformanni. Í gomlu nevndini var Arni D. Brattaberg formaður og Ingeborg Godtfred næstforkvinna. Hinir nevndarlimirnir í Betri eru Karl Birgir Isaksen og Annika Waag, sum saman við Birgiri Nielsen ikki stóðu fyri vali hesaferð.

 

Í Betri Banka vórðu tveir nýggir nevndarlimir valdir. Tey eru Bjørn Mortensen og Janet Fríða Johannesen. Bjørn Mortensen er fyrrverandi stjóri í Nykredit Bank, og Janet Fríða Johannesen er fyrrverandi stjóri og núverandi ráðgevi í Atlanticon.

 

Nevndin í Betri Pensjón fekk eisini ein nýggjan nevndarlim á aðalfundinum í dag. Talan er um fyrrverandi stjóran í felagnum, Mortan Poulsen, sum í dag røkir annað starv í samtakinum.