Her eru 25 tey sterkastu partafeløgini

Bakkafrost er sterkasta partafelag í Føroyum. Tað vísir uppgerð í skipaninin hjá Vinnuvitan.biz yvir tey 25 føroysku partafeløgini, máld eftir eginogn

Bakkafrost er sterkasta partafelag í Føroyum. Tað vísir uppgerð í skipaninin hjá Vinnuvitan.biz yvir tey 25 føroysku partafeløgini, máld eftir eginogn.

 

Eginognin hjá Bakkafrost sambært ársroknskapin fyri 2017 er góðar 3,6 milliardir krónur. Eitt felag kann hava heilt annað virðið, enn tað, sum innara virði, eginognin, sigur. Bakkafrost er skrásett á norska virðisbrævamarknaðnum. Har var marknaðarvirðið hjá Bakkafrost, tá virðisbrævamarknaðurin lat aftur fríggjadagin, góðar 23,3 milliardir krónur – ella heilt neyvt 23.305.297.005 milliardir norskar krónur. Tað er 18.101.441.913 í donskum krónum.

 

Hitt føroyska felagið, sum er skrásett á virðisbrævamarknaði, er BankNordik, sum er skrásettur á danska virðisbrævamarknaðinum. Virðið á BankNordik á virðisbrævamarknaðinum er væl minni enn eginognin upp á 1,78 milliardir krónur. Viðrið á BankNordik sambært virðisbrævamarknaðinum í Danmark er 1,15 milliardir krónur.

 

Tey 25 sterkastu feløgini sambært Vinnuvitan.biz eru hesi:

 

25 tey sterkarstu felgøgini - eginogn

nr.

Felag

Krónur

1

 Bakkafrost P/f

3.626.429.000

2

 Betri P/f

2.976.993.000

3

 Ognarfelag Tryggingartakaranna L/f

2.976.993.000

4

 BankNordik P/f

1.780.092.000

5

 Betri Banki P/f

1.567.347.000

6

 Varðin P/f

1.250.224.000

7

 Vága Floghavn P/f

822.872.000

8

 Palli hjá Mariannu P/f

613.170.000

9

 Marine Harvest Faroes P/f

604.825.000

10

 Í Tungu Sp/f

548.266.000

11

 frá 5. juni 1992 P/f

547.306.000

12

 Luna P/f

531.769.000

13

 Faroe Ship P/f

522.403.000

14

 Telefonverkið P/f

489.311.000

15

 Betri Trygging P/f

467.306.000

16

 Hvalnes P/f

424.720.000

17

 Fíggingargrunnurin frá 1992 Vr/g

389.911.000

18

 Varðin Pelagic P/f

372.115.000

19

 Svitzer Faroe Islands P/f

316.640.000

20

 Framherji Sp/f

296.465.000

21

 Frá 31.05.2007 Sp/f

274.222.000

22

 Frá 29.05.2007 Sp/f

274.138.000

23

 Smyril-Line P/f

261.992.000

24

 Norðoyatunnilin P/f

257.486.000

25

 JFK P/f

245.723.000

Tilsamans

22.438.718.000