fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.4m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 11.07.2018 (08:07)

Her eru nýggju endurnýtslugløsini á G!

10 krónur í panti verða lagdar oman á gløsini við øli og øðrum, sum verður selt á G! Festivalinum, sum byrjar í dag.

 

– Vit vilja ikki vera tey, sum blaka plast á sjógv, søgdu fyriskiparirnir av G! Festivalinum í gjár, sum saman við Gist og Vist taka eitt felags fet fram móti eini grønari festivalframtíð.

 

Talan er um nýggj endurnýtslugløs, sum er fyrsta stig at minka um plastdálkingina á festivalinum. Tað er Dávur Djurhuus, sum hevur gjørt tekstirnar á gløsunum.

 

Gløsini, sum gestirnir fáa útvegað, tá tey keypa øl og annað drekkandi í básunum hjá Gist og Vist, kunnu tey endurnýta og harvið spara tíggju krónur næstu ferð, tey keypur eina øl ella annað drekkandi.

 

– Hetta gera vit fyri at eggja fólki til at endurnýta síni gløs, sigur Sigvør Laksá. Eisini kanst tú savna gløs inn og fáa pengar inn á títt meira av tí góða-kort ella fáa pantin útgoldnan í reiðum peningi. Fyri hvørt glas, um verður latið inn, verða tíggju krónur útgoldnar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her