Leita á in.fo

Guðmundur Jacobsen er sløkkiliðsleiðari í Vági

Áki Bertholdsen 07.12.2017 (11:15)

Her stendur heilt væl til í morgun

– Her er yvirhøvur stilt og friðarligt. 

 

Tað sigur Guðmundur Jacobsen, sløkkiliðsleiðari í Vági. Hann sigur, at høgættirnar eru ikki so galnar í Vági, so har hava tey ongar fráboðanir fingið sum stormskaðar. Men seinastu løtuni er hann snaraður eitt sindur vestur á, so tað er meiri kavakent í honum enn tað hevur verið.

 

Men í Hovi er kolandi stormur, og har eru onkrar fráboðanir. Í Hovi er hol farið á takið á einum bilskúrði í Grønadali, men har er so nógvur vindur, at tað er ikki hugsingur um hjá bjargingafólki at fara út.

 

Graslíkisvøllurin við Skúlan í Hovi er farin í luftina.

 

Somuleiðis er vindur farin tvørtur ígjøgnum eini gomul sethús í Hovi, sum ongin hevur búð í í nógv ár, og tað verður roynt at pjøssa upp á tað. Men Guðmundr Jacobsen sigur, at tey hava havt ampa av hesum húsinum í fleiri ár, hvørja ferð, stormur er, og hann heldur, at nú má tað koma hartil, at húsini verða tikin niður.

 

– Rakar stormurin rættiliga á húsini, er vandi fyri, at tey fara í luftina, og tað kann elva til stórar skaðar sigur Guðmundir Jacobsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her