Her var einki mark fyri vitloysi

Fyri fullum býráðssali legði Arnstein Niclasen í dag nýggju bókina um Klaksvíksstríðið fram.

Í gjárkvøldið var bókaframløga í býráðshøllini í Klaksvík av bókini, Herkin herðindi, um læknastríðið í Klaksvík 1952 – 1956, sum Arnstein Niclasen hevur skrivað.

 

 

Býráðshøllin var meir enn fullsett við eini 120 áhoyrarum, tá ið Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri, bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð við støði í “Latið ei søguna doyggja” – um enn eitt klípi til søguna um læknastríðið, sum sjálvandi er ein partur av Klaksvíkar søgu, ið er áhugavert at fáa lýst nærri.

 

 

Arnstein Niclasen, rithøvundur greiddi frá savningini til og skrivingini av bókini, og segði við sínum lætta frásøgukynstri frá áhugaverdum søgum kring hetta til tíðir margháttliga stríðið og ikki minni margháttligu rættargongd, sum tyktist rættiliga tilvildarlig.

 

 

Á tí einu myndini hjá politinum eru teir persónar, sum standa næstir myndatakaranum eyðmerktir við einum tali. Av tí at teir av tilvild stóðu har, vórðu teir allir avhoyrdir sum “vandamiklir”.

 

 

Í bókini eru hópin av áhugaverdum myndum og partur av teimum vórðu eisini vístar upp á lørift.

 

 

Símun Absalonsen ummælti bókina og samanbar við áður gjørdar lýsingar av læknastríðnum. Símun hevur avbera gott innlit í málið og dugdi væl at seta bókina í tað ljósið, hon er sprottin úr. Hann lýsti væl samtíðina og persónslyndi á oftast harmleysu “høvuðsleikarunum” í hesum stríði. Símun kom eisini inn á ivasomu rættartrygdina og tilvildarligu revsi- ella straffimátingina.

 

 

Símun segði m.a.:

 

At fara út í æsir við øllum 31 rættarmálunum frá læknastríðnum hevði óivað fylt eitt heilt bókaverk. Og her hevur høvundurin sjálvandi sáldað í rúgvusmikla tilfarinum. Men Arnstein dregur serliga eitt rættarmál fram sum greitt dømi um ørskapin og eg haldi, at talan er um eitt frálíkt dømi. Tað er rættarmálið móti gerðamanninum Poul Kajer, sum fær eina longri umrøðu. Kajer varð dømdur 4 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti og dómurin varð seinni staðfestur av landsrættinum.

 

 

Eg minninst væl Poul Kajer, heldur Símun fram. Hann gekk hvønn einasta dag forbí húsini hjá okkum. Eg havi sera trupult við at ímynda mær, at Kajer kann hava verið ein so stór hóttan móti lóg og landaskili, at samfelagið hevur mett tað neyðugt, at seta hann fýra mánaðar aftanfyri rimarnar. Men soleiðis varð.

 

 

Eitt høvuðsvitni í Kajer-málinum var danski løgreglumaðurin Karl Lausbak, sum greiddi frá, at ákærdi var ”meget ophidset” og so hevði Kajer eisini veipað við ørmunum. Men Kajer játtaði, at hann hevði verið á havnaøkinum tann tiltikna 27. sept. 1955 og spurdur um, hvat hann gjørdi har, svaraði Kajer treystliga, at hann hevði havt hendur í lumma. ”Og har jeg ikki lov til det Hr. dommer”, spurdi Kajer. Men tá mátti dómarin, Rasmus Johannes Dyreborg, minna gerðamannin á, at hetta vóru rættarhøli og ”det er ikke noget skuespil”. Dómarin spurdi sýslumannin Hákun Hansen, um sýslumaðurin metti tað sannlíkt, at Kajer mundi vera ein av arkitektunum aftanfyri hesa fylking. Men tað metti sýslumaðurin ikki.

 

 

Arnstein skrivar: Og fyri alt hetta komersið varð Poul Kajer av tí høga rættinum og seinni av sjálvum landsrættinum dømdur at sita í fongsli í fýra mánaðar. Her var einki mark fyri vitloysi. Og Arnstein tekur meira synd í dómaranum enn í Kajer.

 

 

Eg kann leggja afturat, sigur Símun, at fýra mánaðar var eisini tað, sum fyrrverandi danski løgmálaráðharrin, Erik Ninn Hansen varð dømdur í gitna tamilmálinum. Tamilmálið frá 1993 var fyrsta ríkisrættarsak í Danmark í 83 ár. Men meðan teir fýra mánaðirnir hjá Erik Ninn Hansen vóru treytaðir, so vóru teir fýra mánaðarnir hjá Poul Kajer treytaleysir...

 

 

Endi

 

Bókin endar við fyrsta ørinda av sanginum, “Nú strýkur vár um heimlandsvøll”– yrktur av Martin Luther og týddur av Tummas Napoleon Djurhuus - við lagi eftir Knút Olsen, sum eisini varð sungin, meðan Pætur við Keldu spældi undir – Eisini spældi abbasonurin hjá Arnstein, Martin Nielsen eitt lag á klaverinum.

 

 

Aftaná varð boðið til kaffi og varð, sum so ofta fyrr, nógv at tosa um – og Arnstein Niclasen fekk nógv rósandi orð við sær aftur til Hoyvíkar.

 

 

Ein spennandi bók, sum er verd at ogna sær.

 

Orð og myndir: Dávur Winther.