fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 09.09.2018 (12:46)

Her verður plastsavnarin sjósettur

Í gjár varð hol sett á risastóru verkætlanina, sum skal rudda plastið í Kyrrahavinum. Rørskipanin hjá The Ocean Cleanup varð sjósett í San Francisco, og hetta er fyrsta fetið á drúgvu leiðini um at bjarga heimshøvunum. 

 

Plast og rusk í milliónavís av tonsum flóta runt í heimshøvunum og savna seg saman í sokallaðum plastsuppum. Ein av hesum plastsuppunum er í Kyrrahavinum, og tað verður mett, at hendan er dupult so stór sum amerikanski staturin, Texas.

 

Málið hjá The Ocean Clenup er at rudda 50% av burturkastinum í Kyrrahavinum innan næstu fimm árini, og í 2040 skal 90% vera ruddað. 

 

Tað er 24 ára gamli Boyan Slat úr Hollandi, sum kom við hugskotinum, tá hann sum 16 ára gamal var og kavaði í Grikkalandi og sá meira plast og rusk, enn hann sá fiskar rundan um seg. Hann setti verkætlanina og felagið The Ocean Cleanup á stovn í 2013.

 

Les eisini: Nú skal plastið í Kyrrahavinum ruddast

 

Hetta er fyrsta royndin, og eftir hesa missiónina fara tey at eftirmeta og síggja, hvussu tey kunnu gera tað enn betur næstu ferð.

 

Plastið, sum verður savnað saman, verður kannað fyri at finna útav, hvaðani tað kemur, og so verður tað eisini endurnýtt sum liður í at fíggja verkætlanina, sum er alt annað enn bílig.

 

Skipanin er eitt flótandi u-formað rør, sum við hjálp av vindi, streymi og aldum savnar plastið saman, sum so verður flutt á land við skipum frá Maersk Supply Service.

 

Í tvær vikur verður skipanin royndarkoyrd nærindis landi, áðrenn farið verður út til stóru plastsuppuna í Kyrrahavinum.

 

Sí video omanfyri, sum USA Today hevur lagt út.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her