Dagfinn Olsen 09.08.2018 (20:35)
Heri dømir norðurlendsku úrmælingarnar
Føroyski altjóða dómarin Heri Dahl, er nú aftur farin út í heim at døma. Hesa ferð gongur leiðin til Svøríki, har NM 2018 fyri gonguløg hjá íslandsrossum verður hildið.
Síðani Heri Dahl fyri nøkrum árum síðani stóð próvroynd sum dómari á altjóða støði, eru avbjóðingarnar bara lagstar til, og at vera biðin sum dómari til NM má metast sum satt herðaklapp, og sonn viðurkenning, skrivar heimasíðan isross.com.
Tað hevur stóran týdning fyri føroyska ríðing at hava ein dómara við til tílíkar kappingar, kanska serliga í ár, har tað vegna serligar umstøður ikki er føroysk luttøka millum reiðfólkini.
Heri letur væl at umstøðunum í Margaretehof, har kappast verður. Men hann sigur tó, at nógvi hitin er ein avbjóðing, bæði fyri ross, reiðfólk, men eisini dómmarar. Tað eru 16 dómarar við til kappingina, fimm úr Íslandi, fýra úr Svøríki, tríggir úr Danmark, tveir úr Noregi og so ein úr Finnlandi og Føroyum. Heri skal døma í tí sum verður nevnt Sport, skrivar isross.com.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Ein býarmynd farin: Johan Restorff deyður |
|
Gullak Madsen tjenti fjórðings milliard í fjør |
|
- Eg skilji ikki eg yvirlivdi |
|
Hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum |
|
Liverpool er í stórum trupulleikum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Eysturskúlin í Havn fingið nýggjan stjóra |
|
Happarar mugu gjalda 2,2 miljónir |
|
Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um |
|
Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu |
|
Fekk Henrik Old sín vilja hevði tað sæð øðrvísi út |
|
Góð milljard leyp av í fjør |
|
Hagen-málið: Geva seg ikki til kennar |
|
Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA |
|
Ætla at ala krækling |
|
Ein nýggjur Markus |
|
Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
Føroyar steingja fyri ferðafólk vegna varðveiting |
|
Tað passar ikki at ferðafólkaskip dálka so illa |
|
Unga Sjálvstýri nýggja nevnd |
|
Fongslaður í tvær vikur fyri harðskap |
|
Vilja hava pengar til fýra hassj-hundar afturat |
|
Jarnbrúdleyp: Danjal og Aslaug gift í 70 ár |
|