Heri og liðfelagarnir mistu oddasessin

Strømmen var fyri fyrsta tapinum í triðbestu norsku fótbóltsdeildini í dag

Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið var Heri Hjalt Mohr við frá dystarbyrjan hjá Strømmen í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Strømmen, ið hevði fullan pott, níggju stig fyri tríggjar dystir undan dagsins dysti tók móti Kjelsås á heimavølli.

 

Kjelsås vann dystin 3-2. Tað ótrúliga var, at øll fimm málini vóru skotin áðrenn ein hálvur tími var leiktur av dystinum.

 

Kjelsås skoraði tvey mál teir fyrstu fimm minuttirnar áðerenn Oliver Henriksrud minkaði um munin til 1-2 í 19. minutti. Kjelsås økti til 3-1 tá 28 minuttir vóru leiktir, og tveir minuttir seinni minkaði Mathias Sundberg um munin til 2-3, og so vóru ikki fleiri mál skotin í dystinum.

 

Heri var skiftur út tá 64 minuttir vóru leiktir.

 

Strømmen er næstfremst í bólki 2 í triðbestu deildini við níggju stigum. Fremst er Skeid Oslo við 10 stigum.

 

Sunnudagin 5. mai spælir Strømmen útidyst móti Alta.