fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 6.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 09.01.2019 (11:35)

Hesa útbúgving hava tingfólk

Nú kjak hevur tikið seg upp um, hvørt tingarbeiðið er nóg lokkandi fyri fólk í leiðandi størvum, hava vit hugt eftir útbúgvingunum hjá teimum, sum vald eru í dag. Hetta kann siga nakað um hvørji størv ella hvørja løn hesi hava ella hava havt uttan fyri politiska arbeiðið. 

 

Tað var í Dagur&Viku í gjárkvøldið, at Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn vísti á, at tingarbeiðið kanska ikki er nóg lokkandi fyri fólk í leiðandi størvum. Hetta orsaka av lønini, av møguligum avmarkingum, tá ið tað kemur til at fáa aðrar álitissessir. Eisini orsaka av vantandi effektiviteti í tingarbeiðnum og annað.

 

Les eisini: Útsagnir um tingarbeiði elva til kjak

 

Her sæst ein listi yvir tær útbúgvingar, sum tingfólkini í dag hava sambært heimasíðuni logting.fo. Tað, sum stendur á listanum her, er beinleiðis endurgivið av heimasíðuni hjá Løgtinginum. Har ber til at lesa um útbúgvingarnar hjá øllum – uttan Edmund Joensen og Jacob Vestergaard. Tó vita vit, at tann seinni er útbúgvin løgreglumaður.

 

Sí listan her:

 

  

Fólkaflokkurin

Jógvan á Lakjuni hevur læraraútbúgving og eftirútbúgvin á Fróðskaparsetri Føroya.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er útbúgvin løgreglukvinna

Jákup Mikkelsen hevur læraraútbúgving og testamuir in english

Jacob Vestergaard er útbúgving løgreglumaður (annars stendur ikki nágreina um Jacob Vestergaard hevur aðrar útbúgvingar)

Jørgen Niclasen hevur studentsprógv frá mat/fys deildini í Hoydølum.

Joen Magnus Rasmussen er útbúgvin skrivstovumaður.

 

Sambandsflokkurin

Bárður á Steig Nielsen er útbúgvin grannskoðari, hevur HD 1. part, og hevur annars tikið ávís fak innan merkonom.

Edmund Joensen – har stendur einki á heimasíðuni um hansara útbúgvingarviðurskifti.

Kaj Leo Holm Johannesen er útbúgvin skipsførari

Magnus Rasmussen er útbúgvin lærari

Bjørn Kalsø hevur studentsprógv, er útbúgvin húsasmiður og hevur læraraprógv.

 

Javnaðarflokkurin

Henrik Old er útbúgvin fiskiskipari

Bjarni Hammer er útbúgvin løgreglumaður

Helena Dam á Neystabø er cand.mag og hevur M.P.M (Master of Public Management)

Jónleif Johannesen er útbúgvin fólkaskúlalærari

Kristianna Winther Poulsen er cand.mag og Master of Business & Administratoin

Djóni Nolsøe Joensen er útbúgvin námsfrøðingur

 

Sjálvstýri

Jógvan Skorheim hevur handilsútbúgving

Kári P. Højgaard hevur realprógv av Glyvrum

 

Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen er útbúgvin journalistur og kandidatur í matvøruverkfrøði, cand.brom

Páll á Reynatúgvu er útbúgvin fysioterapeutur og hevur diplomútbúgving í leiðslu og frálæru

Katrin Kallsberg er serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp

Magni Arge hevur bachelor í samfelagsfrøði, EA í føroyskum og tillægsuddannelse í Danmarks Journalistskole

Óluvá Elin Klettskarð er cand.mag í søgu, føroyskum máli og bókmentum

Pauli Trónd Petersen er marknaðarøkonomur og hevur bankaútbúgving

Annita á Fríðrismørk er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur bachelor í stjórnmálafrøði

 

Framsókn

Hanna Jensen er MA í føroyskum og fronskum máli og bókmentum

Ruth Vang er ljósmóðir, hevur HD í rokniskapi, fíggjarstýring & fíggjarligur ráðgevi.

 

Miðflokkurin

Bill Justinussen er málsligur studentur og hevur Handilsskúla, HD – 1. part.

Jenis av Rana er serlækni í “almen medicin” frá universitetinum í Århus í 1983.

 

Uttanflokkatingfólk

Kristin Michelsen hevur bankaútbúgving og útbúgving sum timburmaður

Sonja Jógvansdóttir er stjórnmálafrøðingur

Magni Laksáfoss er búskaparfrøðingur 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her