Hesar mugu ikki etast

Fyrst vóru tað bara marsipanbreyðini, men nú afturkallar Toms 16 aðrar vørur, millum annað Anthon Berg konfekteskjur

Um mánaðarskifti afturkallaði Toms væl umtóktu marsipanbreyðini, tí kundar høvdu varnast at plastpetti vóru í marsipanbreyðunum. Plastpettini vóru somikið stór, at vandi var fyri, at børn kundu kvalast, um tey ótu tey.

 

Nú vísir tað seg, at trupulleikin hjá Toms er nógv størri og meiri umfatandi enn so, og Toms hevur nú afturkallað 16 aðrar vørur eisini. 

- Hendan afturkallingin er sera umfatandi, og Toms harmast um tann ampa, sum hetta voldir okkara kundum. Vit eru kedd um teir trupulleikar, sum standast av eini so umfatandi afturkalling, og vilja biðja okkara kundar um umbering. Tað er tó álitið til Toms og dygdina á vørunum, sum er avgerandi, sigur Carsten Thomsen, dagligur leiðari í Toms í einum tíðindaskrivi.

 

Toms royndi at halda plastpettini loynilig, men tað endaði við eini bót upp á 80.000 krónur frá Fødevarekontrollen. Harumframt hevur Toms, sambært Ekstrablaðnum, fingið eina stóra bót fyri vantandi reinføri í framleiðslum sínum. 

 

Vørurnar, sum nú eru afturkallaðar eru:

Anthon Berg Sweet Moments Marcipan Bar Mini 7x65g

Anthon Berg Sweet Moments Marcipan Collection 400g

Anthon Berg After Dinner Sweet 210g

Anthon Berg Marcipanbrød Cognac 7x40g

Anthon Berg Marcipanbrød Cognac 40g

Anthon Berg Marcipanbrød Whisky 40g

Toms Fyldte Chokolader 205g

BOGØ Lilla Æske 200g

Anthon Berg Diplomat 1000g

Anthon Berg Signature Collection 500g

Anthon Berg Favourites 150g og 300g

Anthon Berg Guld æske 200g, 300g, 400g, 600g og 800g