fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.05.2018 (15:35)

Hesar sangirnar dámar føroyskum børnum best at syngja

Hóast hann er gamal, er tað ódeyðiligi klassikarin, Dukka mín er blá, sum Hans Andrias Djurhuus yrkti, sum framvegis er tann barnasangurin, sum børnini dáma nógv best at syngja.

 

Tað er úrslitið, nú Mentamálaráðið hevur biðið barnagarðar og vøggustovur kring landið siga, hvørjar sangir børnini dáma best at syngja.

 

Hetta er ein liður í arbeiðnum at gera eina Barnasangbók, at Mentamálaráðið hevur skrivað til barnagarðar og vøggustovur kring landið og biðið tey góðar og vælumtóktar barnasangir upp.

 

Tá vit nú skulu gera eina almenna barnasangbók, er tað best at biðja børnini um ráð, tí eingin veit betur enn tey, hvørjar sangir teimum dámar best at syngja, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sum stendur fyri arbeiðnum at gera Barnasangbók Føroya.

 

Og svarið frá børnunum kring landið er púra greitt tí Dukka mín er blá er enn tann sangurin, børnini dáma nógv best at syngja.

 

Hóast sangurin eftirhondini er vorðin gamal, fekk hann næstan tvífalt so nógvar atkvøður, sum næstvaldi sangurin, sigur Rigmor Dam.

 

Hon sigur, at tey fingu nógv uppskot úr øllum landinum um, hvørjir sangir skulu vera við í bókina, og tað vísir seg, at nógvir av teimum góðu, gomlu sangunum eru framvegis teir, sum eru best umtóktir. Eitt nú eru fleiri sangir hjá Hans Andriasi á topp fimm listanum.

 

Samstundis eru eisini uppskot um nýggjari sangir – til dømis hjá Kulumrótum, Bubu og Jensinu.

 

– Vit síggja eisini, at fleiri stovnar eru óførir at yrkja sjálvir og at brúka útlendskar sangir, sigur landsstýriskvinnan og takkar hjartaliga øllum børnum, sum hava hjálpt til við at velja sangir út.

 

Topp 5 listin yvir sangirnar, sum barnagarðs- og vøggustovubørn hava viðmælt, sær soleiðis út: Nakrir sangir vóru javnir í atkvøðum, og tí eru fleiri sangir á nøkrum plássum)

 

Nr 1: Dukka mín er blá

Nr 2: Eg banki, eg buki

Nr 3: Ein lítil laksur eri eg

          Mala henda veg

 Nr 4: Lítla Elsa

          Mítt lítla fitta lambamæ

          Másin sigur pli pli pli

          Vilt tú, vilt tú

 Nr 5: Kúgvin hjá Petur hevur horn

          Vestan fyri Mykines


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her