Hesi doyðu av bumbuatsóknini í Manchester

Myndugleikarnir í Manchester hava nú kunngjørt nøvnini á øllum teimum 22, sum doyðu í yvirgangsatsóknini í Manchester mánakvøldið

Myndugleikarnir í Manchester hava nú kunngjørt nøvnini á øllum teimum 22, sum doyðu í yvirgangsatsóknini í Manchester mánakvøldið.

 

22 fólk doyðu mánakvølið, tá ein bumba brast í Manchester Arena júst sum ein konsert við amerikonsku songkvinnu, Ariana Granda, endaði.

 

Hesi doyðu í bumbuatsóknini:

* Saffie Rose Roussos, 8 ár.

Mamma hennara og systirin er framvegis innlagdar á sjúkrahúsi við løstum av spreingingini.

 

* Olivia Campbell, 15 ár.

Hon var til konsertina sama við unnasta sínum, sum framvegis fær viðgerð á sjúkrahúsi

 

* Kelly Brewster, 32 ár.

Unnustin hjá henni segði í gjár, at hon doyði á staðnum av spreingingini. Systir og systirdóttirin er framvegis í viðgerð á sjúkrahúsinum.

 

* Georgina Callander, 18 ár.

Hon var fjeppari hjá Ariana Grand og hevði dagin fyri konsertina á Twitter deilt eina mynd av sær sjálvari og kendu songkvinnuni

 

* John Atkinson, 28 ár.

Beint sum tað frættist, at at John Atkinson doyði, varð skipað fyri innsavning av pengum til jarðarferðina hjá honum.

 

* Alison Howe, 45 ár.

* Lisa Lees, 47 ár.

Hesar báðar vinkonurnar vóru farnar til konsertina saman.

 

* Angelika Klis, 40 ár.

* Marcin Klis, 42 ár.

Hesar báðar vóru polskir ríkisborgarar, sum búði í York í Stórabretlandi, stóðu uttan fyri Manchester Arena  og bíðaðu eftir døtrum sínum, tá konsertin slut.

 

* Martyn Hett, 29 ár.

Hann var farin til konsertina saman við vinum sínum. Hann mistir teir burtur undir konsertini.

 

* Nell Jones, 14 ár.

Skúlanæmingurin hevði tveitt høkjurnar fyri at fara til konsertina.

 

* Jane Tweddle-Taylor, 51 ár.

Hon var farin til kosert við eini vinkonu, sum skuldi heinta dóttur sína, tá konsertin endaði.

 

* Sorrell Leczkowski, 14 ár.

Hon var ti konsertina samanvið fleiri øðrum í familjuni. Mamman og omman eru framvegis innlagda á sjúkrahúsi. Systirin slapp óskadd.

 

* Chloe Rutherford, 17 ár.

* Liam Curry, 19 ár.

Parið úr South Shields var farið á konsert

 

* Michelle Kiss, 45 ár.

Var til konsert saman við dóttrini, sum slapp óskadd. Familjan skrivar í fráboðan, at familjan var alt hjá kvinnuni.

 

* Eilidh MacLeod, 14 ár.

* Wendy Fawell, 50 ár.

* Elaine McIver, aldur ókendur.

* Courtney Boyle, 19 ár.

* Philip Tron, 32 ár.

 

Kelda: Greater Manchester Police, The Guardian, Manchester Evening News og BBC.

/ritzau/