Hesi eru í uppskoti til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023

Tey tilnevndu eru Gyða B. Djónadóttir og Jóhanna Østerø úr hondbóltfelagnum Neistin, Ári Fríðason Jensen frá Borðtennisfelagnum TÓR og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen úr VÍF og Vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikafelag

Í Føroyum íðka nógvir ungligar ítrótt og fleiri av teimum hava eisini stóra ábyrgd í feløgunum, har tey hava ymiskar uppgávur, sum eru av alstórum týdningi fyri felagið. Ársins Sólstrála er ein ungur persónur - 20 ár ella yngri, ið m.a stimbrar undir rørslu og ítróttagleði og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin.

 

Tey tilnevndu eru Gyða B. Djónadóttir og Jóhanna Østerø úr hondbóltfelagnum Neistin, Ári Fríðason Jensen frá Borðtennisfelagnum TÓR og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen úr VÍF og Vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikafelag.

 

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023 er ein av teimum 7 heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar 2024.

 

Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø í Neistanum

 

Gyða og Johanna eru liðfelagar og spæla hondbólt við gentum 14 ár í Neistanum.

 

Tær eru glaðar, tá tær koma í høllina, møta væl upp og skapa gott samanhald í hópinum. Serliga duga tær væl at taka ímóti yngru gentunum á liðnum og at fáa allar at kenna seg væl.

 

Seinastu tvey kappingarárini hava Gyða og Johanna, sum eru 13 ára gamlar, verið hjálparvenjarar hjá gentunum, sum nú eru 9-10 ár. Tað er eyðsýnt, at genturnar eru sera glaðar fyri sínar hjálparvenjarar, og tær tíma enn betur at venja, tá tær eru har. Gyða og Johanna duga væl at rósa gentunum og fáa tær at kenna seg væl.

 

Gyða og Johanna eru eisini skjótar at hjálpa, tá tørvur er fólki við dómaraborð, at døma ella at hjálpa í kantinuni. Altíð við einum smíli. Samanumtikið eru Gyða og Johanna tvær sólstálur, sum eru fyrimyndir fyri okkum øll í felagskapinum – bæði yngru genturnar, liðfelagar sínar og ikki minst okkum vaksnu.

 

Fyri teirra jaliga hugburð og hjálpsemi verða Gyðja Djónadóttir og Johanna Østerø tilnevndar til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023

 

***

 

Ári Fríðason Jensen í Borðtennisfelagnum Tór

 

Hóast hann bert er 19 ára gamal, er Ári Fríðason Jensen longu ein av ímyndunum av borðtennisfelagnum TÓR í Tórshavn. Á fyrimyndarligan og búnan hátt hevur tann tikið við ábyrgdini sum ungdómsvenjari í borðtennisfelagnum Tór, og hann loysir venjarauppgávuna til UG. Við sínum spakføra og jaliga lyndi hugtekur hann ungu leikararnar, samstundis sum hann kortini megnar at vísa myndugleika sum venjari.

 

Ári er ein savnandi persónur, ið hevur góðar pedagogiskar og menniskjaligar dygdir. Hann dugir at fáa øll at kenna seg væl, er ábyrgdarfullur og altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond, tá ið okkurt er.

 

Á ítróttaliga økinum er Ári eisini ein fyrimynd fyri ungar borðtennisleikarar í Føroyum. Hann er evnaríkur og íðin - og telist longu millum okkara bestu borðtennisleikarar. Eitt nú var hann við føroyska A-landsliðnum á oyggjaleikum á Guernsey summarið 2023.

 

Fyri sína savnandi megi og sítt jaliga lyndi verður Ári Fríðason Jensen tilnevndur til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023

 

***

 

Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen, VÍF og HF

 

Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen er ein sonn fyrimynd fyri ungdómin í Vestmanna. Hon er jalig, savnandi og full av orku.  Gunnvá er 18 ára gomul og spælir bæði á besta liðnum, 1. deild og Gentur 18 hjá VÍF. Við sínum lætta lyndi og vinnaravilja hevur hon góða ávirkan á liðið, og hon gevst ikki, fyrr enn liðugt er.

 

Stóra orka hennara smittar liðfelagarnar - eisini uttanfyri vøllin, har hon altíð er klár við einari hjálpandi hond, tá ið tiltøk, kappingar og dystir eru. Hon dømir, bakar, selur, riggar til og av - og stendur vakt.

 

Sama jaliga lyndi vísir seg í fimleikinum, har hon íðkar við Vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikarafelag. Har er hon venjari, ber Merkið og hevur í fleiri ár staðið fyri eitt nú tónleikinum til framsýningar.

 

Eisini uttan fyri ítróttin skapar Gunnvá trivnað og gott lag. Í skúlanum skipar hon fyri trivnaðartiltøkum í fríkorterinum fyri at fáa øll við, og hon samskipar tiltøk, tá pengar skulu savnast inn til námsferð.

 

Alt í alt er Gunnvá ein eldsál, sum dugir at síggja, nær og hvussu hon kann hjálpa. Hon ger tað, hon verður biðin um – og meiri afturat – altíð við einum smíli. Fyri sína stóru, smittandi orku og sína drívmegi innan ítrótt og trivnað verður Gunnvá Bárðardóttir Nielsen tilnevnd til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023.