Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.03.2019 (11:49)

Hesi eru nú vald at áseta lønina hjá løgtingslimum

Løgtingið hevur nú valt eina nevnd, sum skal taka støðu til, hvørja løn og eftirløn, løgtingslimir skulu hava. Fyri tíð síðani setti Páll á Reynayúgvu, eina uttanveltaða nevnd at gera eitt tilmæl um, hvussu lønarviðurskiftini hjá løgtingslimir skulu vera. Tilmælið frá nevndini er nú gjørt til eitt uppskot, sum er lagt fyri Løgtingið, tí tað er Løgtingið, sum sjálvt skal samtykkja, hvussu lønin skal vera.

 

Páll á Reynatúgvu sigur, at uppskotið, hann hevur lagt fyri Løgtingið, er tað sama sum tilmælið hjá uttanveltaðu nevndini, uttan nakra broyting yvirhøvur. Eftir tingskipanini skal málið viðgerast í eini nevnd og tí hevur hann gjørt av, at talan skal vera um eina serliga nevnd við einum umboði úr hvørjum flokki.

 

Men hann hevur eisini gjørt greitt, at hann væntar avgjørt, at nevndin fer ikki at broyta uppskotið nakað, uttan so at onkur beinleiðis, teknisk villa er í tí. Og nú er nevndin so vald, sum skal viðgera uppskotið.

 

Fólkaflokkurin hevur valt floksformannin, Jørgen Niclasen, í nevndini, og varamaður fyri hann er Joen Magnus Rasmussen. 

 

Sambandsflokkurin hevur eisini valt floksformannin, Bárð á Steig Nielsen, í nevndina, og varmaður hjá honum er Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Javnaðarflokkurin hevur valt Helenu Dam á Neystabø, sum er forkvinna fyri Javnaðarflokkin á tingi, í nevndina, og varalimur fyri hana er Kristianna Winther Poulsen.

 

Sjálvtýri hevur valt Kára P. Højgaard næsformann í flokkinum, í nevndina, og varamaður fyri hann er Jógvan Skorheim.

 

Tjóðveldi hevur valt Annitu á Fríðriksmørk, sum er forkvinna fyri Tjóðveldi á Løgtingi, í nevndina og varamaður fyri hana er Ingolf S. Olsen.

 

Framsókn hevur valt Bjarna Kárason Petersen og varakvinna fyri hann er Ruth Vang

 

Miðflokkurin hevur somuleiðis vaks floksformannin, Jenis av Rana í nevndina, og varamaður fyri hann er Bill Justinussen.

 

Les eisini: Eg skilji væl at tingfólk hava ein ringan smakk í munninum

 

Tá ið nevndin varð vald, spurdi Kristin Michelsen hví tey trý tingfólkini, sum eru uttanflokka, ikki fáa umboð í nevndini. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at tað eru tingbólkar, sum fáa umboð í nevndir, sum hesar, og hann hevði ikki fingið nakra fráboðan um, at tingfólkini, sum eru uttanflokka, eru farin í tingbólk við nakran.

 

Tað eru tríggir løgtingslimir, sum eru uttanflokka. Ein er Kristin Michelsen, sum er valdur á Løgting fyri Javnaðarflokkin, men sum varð koyrdur úr flokkinum herfyri. Ein annar er Sonja Jógvansdóttir, sum eisini er vald á Løgting fyri Javnaðarflokkinum, men sum fór úr flokkinum beint sum samgongan varð skipað.

 

Herfyri varð hom limað inn í Eysturoyar tjóðveldisfelag, men hon slapp kortini ikki upp í tingbólkin hjá flokkinun. Og triði løgtingslimurin, sum er uttanflokka, er Magni Laksáfoss, sum er valdur á Løgting fyri Sambandsflokkin, men sum fór úr flokkinum fyri einum ári síðani.

 

Annars eru løgtingsfólk ymisk á máli um ætlanina, men eingin var kortini so bersøgin sum Sonja Jógvansdóttir, sum finst hvassliga at uppskotinum. Tað kanst tú lesa meiri um við at trýsta HER

 

Les eisini: Annarhvørt tingfólk missur ikki pensjónina 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her