fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 03.01.2018 (09:17)

Hesi fáa longri barnsburðarfarloyvi

Í desember gjørdi Løgtingið broytingar í lógini um barsilsskipanina, galdandi frá 1. januar 2018. Størsta broytingin er, at barsilstíðin verður longd tvær vikur. Aðrar broytingar eru eisini, eitt nú at eftirløn verður løgd aftur at barsilspengunum eftir 1. mars 2018.

 

 

- Nýggja lógin fevnir um foreldur, sum eru í barsilsfarloyvi 1. januar 2018. Lógin fevnir eisini um foreldur, sum 1. januar 2018 ikki hava fingið síðsta útgjald úr Barsilsskipanini, hóast teirra farloyvi endaði í desember 2017, skrivar Taks á heimasíðuni. 

 

 

 

 

Soleiðis er barsilstíðin longd


- Vanliga barsilstíðin er longd frá 44 til 46 vikur eftir barnsburð.

 

- Hjá fleirburaforeldrum er hon longd frá 48 til 50 vikur eftir barnsburð.

 

- Hjá foreldrum at ov tíðliga føddum børnum er hon longd frá 52 til 54 vikur eftir barnsburð.

 

- Hjá ættleiðingarforeldrum er hon longd frá 48 til 50 vikur eftir móttøku av barninum.

 

 

 

Aðrar broytingar eru:


- Eftirlønargjald verður lagt aftur at øllum útgjøldum eftir 1. mars 2018.

 

- Freistin at søkja um barsilspening er longd til 1 ár eftir barnsburð ella móttøku av ættleiddum barni, galdandi fyri børn, sum eru fødd ella móttikin eftir 1. januar 2017.

 

- Kravið um, at starvsfólk skal setast í staðin fyri lærling hjá tí almenna, tá ið hann fer í barsilsfarloyvi, er strikað.

 

 

 

 

Barsilsskipanin skal hava fráboðan um longt farloyvi

- Foreldur, sum eru fevnd av lógarbroytingini, skulu biðja arbeiðsgevaran senda Barsilsskipanini teldubræv um, nær longda barsilsfarloyvið verður hildið, og hvør heldur tað. Foreldur, sum ikki hava arbeiðsgevara, skulu sjálv senda Barsilsskipanini teldubræv við hesum upplýsingum. Útgjaldið fyri tær báðar eyka vikurnar verður goldið í februar 2018, skrivar Taks á heimasíðuni í dag. 

 

 

 

Kelda: Taks.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her