Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 08.11.2018 (20:35)

Hesi fingu virðislønirnar í kvøld

Rannvá Holm Mortensen, Vár Berghamar Jacobsen og Edward Fuglø fingu hvør sína virðisløn, tá mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs vórðu latnar í Müllers Pakkhúsi í kvøld.

 

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir varð latin Rannvá Holm Mortensen fyri langyrkingabókina Sólsmakkur, sum hon gav út í ár. Sambært Torshavn.fo var grundgevingin hjá dómsnevndini soljóðandi:

 

- Tann gjøgnumkomponeraða heildin av teksti og myndum lýsir lívsins gongd hjá tilkomnari kvinnu. Har eru ferðir víða um heimin, ljós barnaminni og ógvisligar vaksnakonuroyndir, hugsanir um veðurlagsbroytingar og flóttafólkastreymar, sansaligar kropsupplivingar og arbeiði sum laborantur, sjúkrarøktari og listamálari. Teir berandi myndburðirnir eru nágreiniliga evnaðir til og endurtiknir nakrar fáar væl úrvaldar ferðir – eitt satt meistaraverk.

 

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2018 varð latin Edwardi Fuglø fyri verkið um søguna um Jesus úr Nasareth, sum hongur í Christianskirkjuni í Klaksvík.

 

Dómsnevndin segði m.a. hetta í grundgevingini:

 

- Tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nasareth er eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list (...) Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll.

 

Vár Berghamar Jacobsen fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Hana kenna vit m.a. frá sjónvarpsrøðini Likkulikkuleia, sum hon leikstjórnaði, og so hevur hon verið sera aktiv á barnamentanarpallinum. Eisini hevur hon skrivað útvarpsleikin Luddi og Lundisa, sum seinni í ár kom út í myndprýddari bók.

 

Dómsnevndin segði m.a. soleiðis: 

 

- Søgan um fitta lundaparið Ludda og Lundisu er skrivað á løttum og livandi máli við fangandi rímum, sum eru við til at menna málið hjá børnum. Vár hevur við sínum fjølbroyttu gávum og livandi hugflogi givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í.

 

Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og tískil eru 60 ár liðin, síðan mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vórðu latnar fyrstu fer. Ársins virðislønir eru sostatt nummar 60 í røðini.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her