fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.3m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 12.03.2018 (08:17)

Hesi orð skulu fáa Trump afturvaldan

Leygarkvøldið helt amerikanski forsetin Donald Trump talu í Pennsylvania fyri at stuðla floksfelaga, ið stillar upp til kongressvalið.

CNN skrivar, at Donald Trump undir taluni avdúkaði slagorðið, sum hann ætlar at brúka til næsta forsetaval, tá ið hann ætlar sær at verða endurvaldur í fýra ár  afturat.

Tá ið Trump varð valdur í 2016, var høvuðsboðskapurin »Make America Great Again”. Hendan boðskap ætlar Trump at endurnýta, men við einari týðandi broyting.

Nýggja slagorðið skal vera ”Keep America Great”.

Næsta forsetaval í USA verður 3. november 2020. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her