Hesin fer at vinna Eurovision

Hesa vikuna verður Eurovision tónleikakappingin hildin í Ukraina. Týskvøldið var fyrra hálvfinalan, og hóskvøldið verður seinna hálfinalan. Leygarkvøldið verður finalan.

Veddingafyritøkur meta um, hvør hevur best kjans at vinna Eurovision, og sambært teimum er Italia favorittur hesaferð.

34 ára gamli Francesco Gabbani umboðar Italia í Eurovision, og eyðkent fyri framførsluna er eisini, at ein apa - fólk í búna, skal sigast - er partur av framførsluni.

Sangurin hjá Franceco Gabbani eitur Occidentali’s Karma og kann síggjast við at trýsta á pílin í myndini omanfyri. Italia heldur fast í at syngja á sínum egna máli, hóast nógv av hinum londunum velja at syngja á enskum máli.

Veddingafyritøkurnar meta, at eisini Portugal og Bulgaria hava góðan møguleika at vinna Eurovision.