fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 06.11.2018 (07:06)

Hesin sæst oftari og oftari í Føroyum

"Týskur kakkulakkur" – ella ”Blattella germanica”, sum hann kallast á latínskum - er tíverri oftari og oftari at síggja í Føroyum. Tað skrivar Jens-Kjeld Jensen á sínari heimasíðu – [email protected] Lagt verður aftrat, at kakkulakkurin á myndini hevur eggjahylkið hangandi afturúr.

 

Í tilfari, sum heimasíðan hjá Jens-Kjeld Jensen vísir til, verður sagt, at týski kakkulakkurin er hin mest vanligi í Danmark og hesin kakkulakkur, sum nú eisini er í Føroyum, kann gerast upp í 1,2 sentimetrar langur. Hann hevur veingir, sum tó oftast verða brúktir, tá kakkulakkurin leypur.

 

Hetta er eitt djór, sum er aktivt um náttina og etur at kalla alt. Tá tað er ljóst, krógvar hann seg í rivum og sprungum. Teir eru oftast at finna við ovnar, hitarør og við motorar í eitt nú kuldaskápi.

 

Kakkulakkar kunnu spreiða spittu, soleiðis sum teir liva, men tað er sjáldan, at hetta fær nakrar avleiðingar í Danmark. Teir kunnu eisini elva til ovurviðkvæmi, sum sæst aftur í útsletti og keðiligari húð. Kakkulakkar eta burtur av matvørum og kunnu dálka tær til við sínum verumáta.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her