Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.12.2018 (07:17)

Hesin tunnilin má gerast sum skjótast

Ein tunnil úr Gøtudali í Skálabotn eigur at verða gjørdur sum skjótast. Og tað merkir, at hann eigur at verða tann fyrsti av teimum størru tunlunum, sum verða gjørdur, aftan á tunlarnar Norður um Fjall.

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at hetta er tilmælið frá Landsverki. Orsøkin til tað er, at tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin, fer ferðslan at økjast munandi og er eingin tunnilin úr Gøtudali í Skálabotn, fer øll tann ferðslan ígjøgnum Runavík og Saltangará, og allar hinar bygdirnir á eystara armi á Skálafirði.

 

Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu er vorðið við Gøtudalstunlinum. Hon heldur, at tað er ein stórur politiskur feilur, at hann ikki er knýttr upp í verkætlanina um Eysturoyartunnilin, tí Landsverk sigur greitt, at Gøtudalstunnil og vegurin til og úr Havnini, eru teir mest átrokandi.

 

Heðin Mortensen sigur, at verður tunnilin, og nýggjur vegur gjørdir, kann øll tann ferðslan leiðast ígjøgnum óbygd øki heilt til Eysturoyartunnilin á Strondum. Landsverk metir, at einir 4.000 bilar fara at koyra ígjøgnum ein Gøtudalstunnil um dagin.

 

Annars er vegurin um Skálabotn klárur at bjóða út. Í roynd og veru er arbeiðið boðið út tvær ferðir, men báðu ferðirnar er tað tikið aftur, tí játtan fekst ikki til arbeiðið. Men hetta er ein vegur, og ein tunnil, sum fáa stóran týdning fyri øll norðanfyri, ella eini 10.000 fólk, sigur Heðin Mortensen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her