Hesir átta føroysku filmarnir vóru tilnevndir

Fyri fullum húsi í Norðurlandahúsinum vóru teir átta tilnenvdu filmarnir vístir í kvøld

Tað var Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, ið er høvuðsstuðul, sum handaði Andriasi Høgenni Geytan.

Og tað var Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommmunu, ið eisini er stuðul, sum handaði Juliu í Kálvalíð áskoðaravirðislønina, sum var ein vinningur upp á 25.000 krónur.


Hesir filmar vóru tilnevndir:

»12«
Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen

»Góðastova«
Maria Guldbrandsø Tórgarð

»Omman«
Julia í Kálvalíð

»Ikki illa meint«
Andrias Høgenni

»Julians Stigi«
Atli Brix Kamban

»Annika«
Heiðrik á Heygum

»Tyggigummi«
Gudmund Helmsdal

»Et visit«
Sára Wang