Hesir flokkar stilla upp í Týsklandi

CDU, SPD og AfD. Her fæst meira at vita um flokkarnar, sum bjóða seg fram á valinum í Týsklandi í dag

Í dag skulu týskarar gera av, hvør skal stjórna landinum næstu árini.

 

Her er eitt yvirlit yvir flokkarnar, sum týskarar kunnu velja í dag.

 

* CDU: Kristindemokratiski flokkurin er størsti konservativi flokkur í Týsklandi.

 

Flokkurin er millum annað vælumtóktur í ovara miðalklassanum. Undir leiðsluni hjá samveldiskanslaranum Angelu Merkel hevur flokkurin otað seg nærri miðuni.

 

Á síðsta vali fekk CDU 34,1 prosent av atkvøðunum.

 

* CSU: Bayerski systurflokkurin hjá CDU er eitt sindur meira konservativur og fanst harðliga at avgerðini hjá Angelu Merkel at taka ímóti hundraðtúsundavís av flóttafólkum í 2015.

 

Á síðsta vali fekk CSU 7,4 prosent av atkvøðunum.

 

* SPD: Týski Javnaðarflokkurin verður vanliga stuðlaður av arbeiðaraklassanum og valdsmiklu fakfeløgunum.

 

Men hóast fleiri sigrar sum samstarvsflokkur í stjórnini seinastu fýra árini hevur flokkurin og kanslaravalevni floksins, Martin Schulz, havt trupult við at sannføra veljararnar um at atkvøða fyri SPD.

 

Á síðsta valið fekk SPD 25,7 prosent av atkvøðunum.

 

* FDP: Tann liberali flokkurin, sum er fyri at styrka fría marknaðin, hevur verið longri í stjórn enn nakar annar flokkur.

 

Á seinasta vali fekk FDP 4,8 prosent av atkvøðunum, og flokkurin fekk tí ikki sæti í Samveldisdegnum.

 

* Tey Grønu: Umhvørvisflokkurin hevur millum annað havt stóran leiklut í at fáa Týskland burtur frá kjarnorku og fyri at leggja størri dent á rættindi hjá samkyndum.

 

Men eftir at kjarnuøkini eru vorðin meira mainstream, hevur tað verið trupult hjá flokkinum at varðveita veljararnar.

 

Á síðsta vali fingu Tey Grønu 8,4 prosent av atkvøðunum.

 

* Die Linke: Vinstraflokkurin varð stovnaður av kommunistum úr fyrrverandi Eysturtýsklandi. Hann hevur higartil verið størsti andstøðuflokkurin.

 

Friðarhugaði flokkurin krevur millum annað, at Nato verður upployst, og at týskar herðdeildir verða tiknar heim.

 

Á síðsta vali fekk Die Linke 8,6 prosent av atkvøðunum.

 

* AfD: ES- og innflytarakritiski flokkurin varð stovnaður í 2013.

 

Mongdin av asýlsøkjarum, sum komu til Týskalnds í 2015, góðu flokkinum undanvind.

 

AfD tykist fáa pláss í Samveldisdegnum fyri fyrstu ferð. Men har er eingin, sum vil samstarva við flokkin.

 

Á síðsta vali fekk flokkurin 4,7 prosent av atkvøðunum.

 

* Fleiri aðrir flokkar stilla upp á týska valinum, sum valla vinna seg upp um sperrimarkið, sum í Týsklandi er 5 prosent.

 

Keldur: AFP, Politico Europe.

/ritzau/