Hetta bar ikki til undir gomlu fiskivinnuskipanini

Í morgun kom nýtt skip á Miðvág, men hetta hevði ikki latið seg gjørt undir gomlu fiskivinnuskipanini, tí har slapp eingin annar framat

Vit kunnu vera samd, ella ósamd við nýggju fiskivinnuskipanini, men vit kunnu bara staðfesta, at hetta hevði ikki latið seg gjørt undir gomlu skipanini, tí har har skuldi ongin annar framat. 

 

Tað sigur Eivin Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú nótaskipið Katrin Jóhanna, kom flaggskrídd á Miðvág í morgun.

 

Skipið, sum hevur heimstað í Miðvági, er tað fyrsti, sum kemur eftir at fiskivinnuskipanin varð broytt. Seinastu árini hevur verið langt ímillum, at vit síggja flaggskrídd skip stevna inn eftir vágni, heldur hevur tað verið við sorgblídni, at vit hava eygleitt tey út eftir vágni, leggur Eivin H. Jacobsen afturat. 

 

Hann vísir á, at hetta seinasta árið hevur orðaskifti verið um fiskivinnunýskapina, har luttakararnir hava messað í kór, at ongar íløgur fóru at verða gjørdar í skip undir nýggju skipanini.

 

– Hetta hava hesir ungu menn ikki latið við seg koma og vit kunnu bara staðfesta, at hetta hevði ikki latið seg gjørt undir gomlu skipanini, har skuldi ongin annar framat, sigur fyrrverandi løgtingsmaðurin. 

 

Eitt annað, sum er sermerkt við hesum skipakeypi er, at her er eingin útlendskur ognarskapur. Leggur Eivin H. Jacobsen afturat.

 

Les eisini: Vælkomin Katrin Jóhanna