Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 16.05.2018 (14:15)

Hetta er als ikki nøktandi

Løgtingsins Umboðsmaður hevur nú kannað um barnaverndirnar kring landið halda freistirnar í málum, sum skuldu endurskoðast av Høvuðsbarnaverndarnevndini-

 

– Kanningin vísti, at tað alt ov ofta kom fyri, at endurskoðanarfreistirnar ikki vórðu hildnar, sigur Umboðsmaðurin.


Umboðsmaðurin staðfestir, at hetta als ikki er nøktandi at rættindini hjá foreldrum og børnum ikki verða hildin. Umboðsmaðurin hevur tískil biðið barnaverndirnar og kommunurnar seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at freistirnar verða hildnar.

 

Ein avleiðing av, at freistirnar ikki vera hildnar, er, at børn og ung eru longri undir barnaverndunum enn neyðugt er.

 

Barnaverndirnar hava skyldu til at fylgja málum væl upp og regluliga meta um, antin umstøðurnar í familjuni eru broyttar. Barnaverndirnar eiga tí at seta tiltøk í verk sum bøta um mannagongdirnar, og tær eiga at syrgja fyri, at tilmælini til høvuðsbarnaverndarnevndina verða liðug í góðari tíð, soleiðis at endurskoðanarfreistirnar verða hildnar, og børn og foreldur í góðari tíð vita, hvat skal henda.

 

– Tað eigur ikki at koma fyri, at mál ikki verða løgd fyri høvuðsbarnaverndarnevndina rættstundis, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Tað var bara barnaverndin á Sandi, sum helt sína freistir, men í summum barnaverndarmálum aðrastaðni varð farið langt út um upprunaligu endurskoðanarfreistirnar, áðrenn nýggjar avgerðir vórðu tiknar.

 

Tilsamans varð farið út um upprunaligu endurskoðanarfreistirnar í 57 av í alt 109 endurskoðanarfreistum. Í 15 av teimum 57 førunum, har farið varð út um upprunaligu endurskoðanarfreistina, varð biðið um longda freist. Men í fimm av hesum 15 málunum varð longda freistin ikki hildin. Býtið av teimum 57 førunum, har farið varð út um upprunaligu endurskoðanarfreistina, var soleiðis:

1-7 dagar: fýra ferðir 


8-14 dagar: tíggju ferðir 


15-30 dagar: níggju ferðir 


1-2 mðr: sekstan ferðir 


2-3 mðr: seks ferðir 


3-4 mðr: fýra ferðir 



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her