Hetta er ein heilt fantastiskur dagur

Hetta fer at draga fleiri pengasterk ferðafólk til Føroya, heldur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum

 

– Hetta er ein heilt fantastiskur dagur fyri Føroyar, tí nú eru vit formliga sett á heimsins matkort.

 

Tað sigur Guðrið Højgaard stjóri í Ferðaráðnum, nú okkara fremsta matstova, Koks, hevur skrivað søgu og hevur fingið eina Michelinstjørnu, sum er fremsti heiðurin, ein matstova yvirhøvur kann fáa.

 

 

Les eisini: Koks fekk Michelinstjørnu

 

 

Sjálv fylgdi hon við á telduni, og serliga legði hon merki til, at í grundgevingini fyri at lata Koks Michelinstjørnuna, varð sagt, at tað var vert at fara allan hendan umvegin til Føroya fyri at vitja Koks.

 

Hon ivast ikki í, at hetta fer at lokka fleiri ferðafólk til Føroya. Ikki minst er hon sannførd um, at hetta fer at lokka fleiri ferðafólk hendavegin av tí slagnum, vit fegin vilja hava hendavegin, nevniliga pengasterk ferðafólk sum eru sinnað at leggja nógvan pening eftir seg í Føroyum.

 

– At vit nú eru sett á heimsmatkortið fer uttan nakran iva at lokka ferðafólk við serligum áhuga fyri matlist, til Føroya.

 

Og av tí, at hetta er okkara fyrsta Michelinstjørna, og vit sostatt eru nýkomin í tí helt fína selskapinum, fer tað at vera serliga spennandi at vitja Føroyar, leggur hon afturat.

 

– Tað eru longu nú, ferðafólk, sum koma til Føroya við einum einasta endamáli, og tað er at eta á Koks. Tað eru ferðafólk, sum fyrst ringja á Koks at tryggja sær borð, og so bíleggja tey sær flogferðina eftir tí. Og eg ivist ikki í, at hetta fer at vinda upp á seg, sigur Guðrið Højgaard.

 

Stjórin í Ferðaráðnum vísir á, at Koks er flaggskipið hjá okkara matstovum og hon ivast heldur ikki í, at Koks fer at verða fyrimyndum hjá øðrum matstovum, og at tey fara at fáa blóð upp á tonnina, og sostatt væntar hon eisini, at sum frálíður fer hetta sum heild at lyfta føroyska matlist upp á eitt hægri stig.

 

Og hon leggur aftur at, at á Ferðaráðnum eru tey til reiðar at brúka hesa stórhending at marknaðarføra Føroyar við úti í heimi og tað fara tey at gera nógv burtur úr.