Hetta er ein púra vitleys ætlan

Føroyingar í Danmark hava brúk fyri okkum


Hetta er tann reini ørskapur.Tað er skoðsmálið, Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, gevur ætlanini um at avtaka føroysku fólkatingsessirnar. Tað er Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, og løgtingsformaður, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka føroysku fólkatingsessirnar. 

Men Edmund Joensen, sum sjálvur hevur verið fólkatingsmaður í fleiri ár, er rúkandi ósamdur, tí hann heldur rætt og slætt, at hetta er eitt skilaleyst uppskot.

Hann vísir á, at tað eru næstan líka nógvir føroyingar, og hálvføroyingar í Danmark, sum tað eru í Føroyum. Føroyingar búgva ikki bara í Føroyum, teir búgva eisini í Danmark, og teir hava brúk fyri at føroyingar umboða teir á Fólkatingi, sigur Edmund Joensen. Hann sigur, at harafturat koma so allir teir føroyingar afturat, sum lesa í Danmark.

Hann sigur, at samskifti er alla tíðina ímillum føroysku fólkatingsumboðini og føroyingar í Danmark, tí partarnir hava ógvuliga nógv brúk fyri hvørjum øðrum.

Hann sigur, at vit mugu alla tíðina hugsa um, hvørji mál, tað er gagnligast, at føroyingar yvirtaka og umsita sjálvir. Men vit mugu eisini hugsa um, hvørji mál, tað loysir seg best, at alt ríkið umsitur í felag, so at vit fáa teir stórrakstrarfyrimunir, sum eru.

Hann vísir á, at sjálvsagt er tað gagnligast fyri allar partar, at vit umsita verjumál og uttanríkismál í felag. Tað er eisini best at hava peningapolitikkin í felag fyri at hava eitt trygt gjaldoyra, tí tað er skilaleyst at føroyingar fáa sítt egna gjaldoyra.

Edmund Joensen sigur, at vilja føroyskir fólkatingslimirnir tað, hava vit ávirkan á øll hesi viðurskiftini, eitt nú við at at samstarva við danskar flokkar. 

Í ríkisfelagsskapinum hava føroyingar fingið ein pall, sum gevur teimum atgongd til allan heim, sigur fyrrverandi føroyski fólkatingsmaðurin.

– Vit ganga við einum einum reyðum ES passi í lummanum, sum gevur okkum atgongd til arbeiðsmarknaðin í øllum ES, leggur Edmund Joensen afturat. Hann vísir á, at føroyskir fólkatingsmenn hava eisini »drigið« stuðul úr Danmark til ymisk endamál í Føroyum, eitt nú Salt á Drelnesi, mentanarhúsið í Klaksvík og viðalundina í Sundalagnum.

– Hetta eru møguligar vit hava, og sjálvandi skulu vit brúka teir møguleikarnar. Gera vit ikki tað, er tað at forsøma sínar skyldur grovliga, leggur hann afturat.