Hetta er einki minni enn ein katastrofa

Hendan upptøkan oyðileggur alt, sigur Sjúrður Skaale um springaradrápið í Hvalvík

 

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, er nú eisini partur av kórinum, sum øtast um springaradrápið í Hvalvík.

 

- Hetta er einki minni enn ein katastrofa! Fatalt, skrivar hann á Facebook-vanga sínum.

 

Les eisini Umleið 190 springarar gjørdu landgongd

Sum fólkatingslimur er hann ofta í kjakið við umhvørvisfólk og onnur, ið vilja banna hvalaveiðu, men hann sigur, at higartil hevur tað sjáldan verið nakar trupulleiki at vinna tey kjakini.

- Tað er lætt at vinna debattirnar - fyrst og fremst við at samanbera við industriella kjøtframleiðslu, men eisini við m.a. at vísa til okkara hagtøl fyri hvussu væl stovnurin er fyri, og hvussu nógv meira humanur drápshátturin er blivin síðani hvalvákn, sóknarongur og seinast knívurin blivu bannað.

 

Les eisini Vit eiga ikki at drepa springara

Hann er tó ikki fegin um upptøkurnar, sum hann hevur sæð av springaradrápinum í Hvalvík.

- Hendan upptøkan oyðiliggur alt hetta. Tað er ilt at siga hvussu stórur skaðin kann vera av hesum filmi - men hann kann verða øgiligur, sigur hann, og nevnir, at kanska var best at banna springaradrápum fyri at verja grindadrápið.

 

Les eisini Fólkatingsnevnd rendi seg í springaradrápið

 

- Í hvussu er fella øll okkara argument um vissu fyri burðardyggari veiðu og humana avlíving totalt til jarðar við hesum, sigur hann og sipar til upptøkurnar.

 

Les eisini Vanlukkulig branding av okkara landi

 

Á upptøkunum sæst, at menn hava stórar trupulleikar av at avlíva springararnar. Hetta líkist ikki søgunum um skjótu grindadrápini, sum føroyingar eru vanir við nú.

- Líða grísar, neyt og høsn? Ja! Tey líða ofta alt lívið. Men tað nyttar ikki at koma við tí sum verju fyri hetta. Problemið við hesum er, at tað skýtur okkara egnu argument um grindadrápið niður, sigur Sjúrður Skaale, sum eisini mælir til, at tað, sum sæst á upptøkunum fær eitt eftirspæl so ella so.