fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Mynd: Jens Kristian Vang

Pætur Hjalmar Evensson 14.09.2018 (12:20)

- Hetta er eitt fulkomiliga høpisleyst kjak

- Hetta er eitt fulkomiliga høpisleyst kjak, sum gongur fyri seg beint nú, sigur Jacob Vestergaard sýslumaður, sum ikki vil lata seg ávirka av heita kjakinum seinastu dagarnar um dráp av springarum í Føroyum. 

 

Í gjár vóru springarar aftur í Føroyum. Teir vórðu riknir inn á Skálafjørðin, men tá grindaformenninir funnu útav, hvussu fáir og smáir springararnir vóru, varð avgerð tikin um at lata teir fara aftur.

 

Rokið um drápið av Hvalvíks-springarunum týsdagin ávirkaði ikki avgerðina hjá sýslumanninum um fyrst at vilja halda teir til. Sjálvur kundi hann ikki droymt um ikki at umhugsað at hildið einum springarabólki til.

 

- Eg kundi ikki droymt um ikki at umhugsað at hildið teimum til. Her hevur einki rok verið, tað eru bara fólk, sum vilja skapa órógv um grindadrápið í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard.

 

Leggur einki í atfinningarnar

 

Sýslumaðurin leggur einki í atfinningarnar, og meinar ikki, at umdømið hjá Føroyum og føroyskum grindadrápi er uppá spæl. Útlendskir miðlar, aktivistar og føroyskar ábreiðslur ávirka hvørki hansara meining ella avgerðir.

 

- Um vit skulu ganga og leggja í, hvat umhvørvisfólk í London ella New York ganga og tosa um, so koma vit skjótt í trupulleikar. Tað tosið kundi eg ikki funnið uppá at lagt í. Vit mugu sum føroyingar tilskila okkum okkara rætt at gagnnýta tað, sum er í havinum uppá ein skilagóðan máta, sigur sýslumaðurin og leggur aftrat, at springaratvøst er ógvuliga vælsmakkandi.

 

Les eisini: Vanlukkulig branding av okkara landi

 

Heita kjakið birtist, tá umleið 200 springarar løgdu beinini í Hvalvík týsdagin, tí síðan tá hava videobrot av langdrigna drápinum blómað runt á útlendskum miðlum. Tað hevur fingið fleiri røddir í Føroyum at tala at, og spurningurin, um tíðin er komin, at føroyingar gevast at drepa springarar, hevur verið sentralur í hesum kjakinum. 

 

Eingin munur á grindahvali og springara

 

Hann sær ongan mun á grindahvali og springarum, og skilir ikki, hví fólk hava størri ampa av drápinum av springarum enn av grinahvalum.

 

- Ein grindahvalur er ein delfin, líka sum ein springari er ein delfin. Um onkur fer at fáa sær ein grindahval sum kelidjór, og hann fær okkurt navn og kemur á allar heimsins miðlar um nøkur ár, skulu vit so halda uppat at drepa grind? spyr hann og sipar til sjónvarpsrøðina um fólkakæru delfinina, Flipper, sum fleiri ivaleyst óbevíst seta í samband við springararnar.

 

Jacob Vestergaard, sýslumaður, staðfestir at enda:

 

- Um tað kemur ein springarabólkur í morgin, har eg eri sýslumaður, so verður hann hildin til - slett eingin ivi um tað.

 

Les eisini: Hetta er einki minni enn ein katastrofa

 

 

Í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum eru samrøður við fleiri grindaformenn og onnur, sum geva sína meining um springaradráp til kennar. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her