Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 08.11.2018 (10:04)

Hetta er eitt tekin um armóð í samgonguni

Tað er eitt tekin um armóð at útgerðin hevur staðið í Kollafirði og »gálvað« nú í eitt hálvt ár. Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum. Tá ið hann var landsstýrismaður tók hann stig til at seta eitt sjakk undir Landsverki sum skuldi hava til endamáls at bora tunlar til ymsar smábygdir.

 

Sjálvur ætlaði hann, at tunnilin til Fámjins skuldi vera tann fyrsti, og tað var ein púra greið avtala, at mánadagin, altso fyri trimum døgum síðani, skuldi borurin setast á í Fámjinstunlinum.

 

Men hann var tikin av ræðið, tí restin av samgonguni vildi heldur bora til Dals fyrst. Og nú Løgtingið umrøddi Fámjinstunnilin í gjár, segði Henrik Old eisini, at hetta merkir, at onki hendur fyrr enn í mars mánað næsta ár, og tá kundi tunnilin til Fámjins verið komið í helvt.

 

Og Henrik Old heldur, at tað er eitt armóðstekin av samgonguni at hon ikki klárar at taka eina avgerð um tað, men heldur hevur latið boriútgerðuna standa og »gálva« í Landsfjósinum í Kollafirði í eitt ár.

 

Og eftir avgerðini hjá samgonguni, fer útgerðin at standa til í mars mánað, tí ikki fyrr enn tá er klárt at bora til Dals,  og tá hevur útgerðun staðið óvirkin í níggju mánaðir, leggur hann afturat.

 

Samstundis ætlar Landsstýrið bara at játta sjey milliónir til tunlasjakkið næsta ár og Henrik Old sigur, at tað er so lítil upphædd, at tað røkkur onga leið. Tí var einki hjá honum at sita og gløða upp undir loftið so leingi og tí var einki at gera uttan at sleppa sær úr Tinganesi sum skjótast.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her