Hetta er fantastiskt fyri ferðavinnuna

– Vit halda, at hetta er fantastiskt og ynskja teimum hjartaliga tillukku, tey hava gjørt eitt megnar arbeiði frammanundan, og hetta er eitt ordans herðaklapp, sum er nógv meira vert.

 

Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog sum viðmerking til tað, at matstovan Koks í morgun hevur fingið eina Michelinstjørnu.

 

Jóhanna á bergi sigur, at á Atlantsflog eru tey vís í, at tað fara at koma eyka nógv ferðafólk til Føroya bara av hesum.

 

– Vit hoyra longu nú frá fólki, at tey bíleggja borð á Koks áðrenn tey bíleggja ferðaseðilin frá okkum – so har eru vit ikki fløskuhálsurin, sigur hon skemtandi.  Og hetta hoyra vit altso frá ferðafólki áðrenn Koks hevur fingið Michelinstjørnuna, so vit ivast ikki í, at vit fara at fáa enn fleiri slík ferðafólk til Føroya, sigur hon.

 

– Hetta er eitt stórt herðaklapp og meira enn tað til Koks og fyrst og fremst teirra, ið varða av – men so sanniliga eisini fyri allar Føroyar, vit eru ordiliga glað teirra vegna, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Hon vísir á, at hetta rættiliga setir Føroyar á gourmetiska heimskortin, og tað hetta fer at fáa tann serliga bólkin av ferðafólkum, sum ferðast fyri at eta, at koma hendanvegin.

 

– Tey kunnu nú koma á stjørnuferð til Føroya – við einum Airbussi, sum brúka Michelin-dekk, leggur hon skemtandi afturat.