Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.12.2018 (15:43)

Hetta er ikki bara spell – hetta er nógv verri enn tað

– Eg fari at staðiliga at afturvísa, tá ið løgtingslimir føra fram, at vit øll hava ábyrgdina av, at arbeiðið at byggja Glasir, er farið heilt av leið. Tað staðfesti Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður í dag.

 

Løgtingið hevur viðgjørt málið um at játta meiri pengar til Glasir fyri at fáa skúlan lidnan. Tað er ikki ofta, at løgtingsformaðurin telur lut í vanliga orðaskiftinum á tingi, men í dag gjørdi Páll á Reynatúgvu eitt undantak.

 

Hann tók orðið og harmaðist um, at hendan glæsiliga verkætlanin, sum av álvara skuldi vísa okkara ungdómi fram í tíðina, nú er farin heilt av leið. Og hann leggur afturat, at tíverri er Glasir, blivið til ein skúla, sum fólk eru farin at gera bæði háð og spott burturúr.

 

– Tað er ikki bara spell, tí tað er nógv verri enn tað, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Hann visti, at fyrr var politiska skipanin so, at alt landsstýrið hevði felags ábyrgd av teimum málum, sum vóru frammi. Men í roynd og veru merkti tað, at ongin hevur ábyrgdina. Tí varð skipanin broytt í nítiárunum, soleiðis at nú er tað hvør einstakur landsstýrisfólk, sum hevur ábyrgdina av tí, sum fer fram á teirra málsøki.

 

Tí er tað fullkomiliga misskilt, tá ið summi løgtingslimir føra fram, at vit øll hava ábyrgdina, tí tað hava vit ikki. Hann sigur, at sjálvandi hava politikarar politisku ábyrgd av tí, teir samtykkja, men tað er bara ein, sum hevur landsstýrismannaábyrgd av teimum málum, hann, ella hon, umsitur, og tað er landsstýrisfólkið á økinum, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

– Sleppa vit tí grundhugsjónini, enda vit aftur í áttatiárunum, har eingin í roynd og veru hevði ábyrgd. Vit skulu uppala tey ungu á Glasi til at taka ábyrgd, ikki at renna undan ábyrgd.

 

Tí harmaði tað hann almikið, at tað er eingin ið traðkar fram og ger greitt, at »tað eri eg, sum havi ábyrgdina«. Hann heldur, at politiska skipanin er undir stórum trýsti og tað hevði lætt munandi um trýstið, hevði ein traðka fram og átikið sær ábyrgdina.

 

Tað er ein stórur trupulleiki, at vit hava landsstýrismenn, sum ikki viðurkenna seg sína ábyrgd, leggur hann afturat.

 

Hann vísir eisini á, at í 2014 spurdi hann táverandi landsstýrismann á økinum, Bjørn Kalsø, um játtanin fór at halda og tað váttaði hann og hann váttaði eisini, at ongin ógreiða er um nakrar sáttmálar um byggingina.

 

Men vit kunnu ikki standa her og siga, at ongin hevur ábyrgdina, tí sjálvandi er tað onkur, sum hevur ábyrgdina. Og okkara politiska skipan má eisini vera so mikið sterk at hon tekur ábygdina av teimum mistøkum, sum verða gjørd, og sum viðurkennur sær sína ábyrgdin.

 

Hann sigur ikki, at tann, sum hevur ábyrgdina skal fara úr starvi, men tað minsta er at viðurkenna sær sína ábyrgd av mistøkunum og av teimum pengum, sum eru brúktir í heimildarloysi, leggur hann afturat. Her sipar hann til, at pengar, sum eru játtaðir til ávís endamál á Glasi, eru brúkt til onnur endamál.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her