Hetta er ikki nøktandi

Tey royna at syrgja fyri, at slíkt ikki skal henda aftur

Tað er ikki nøktandi, at bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin mistu at kalla alt samband við umheimin tann 30. desembur. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.

 

Næstseinasta dagin í farna ári slitnaði ein kaðal í tunnilsmunnan á Árnafjarðartunlinum, klaksvíksmegin og avleiðingin var, at allar bygdirnar norðan fyri tunnilin mistu næstan alt samband.

 

Tí vildi Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hava greiða á, hvat tað var sum hendi, og um tað kann henda aftur.

 

Bjarni Kárason Petersen sigur, at hann hevur lagt spurningarnar fyri Føroya Tele, sum hevur samskiftið um hendi. Tey vísa á, at tað var nógvur kavi og í samband við arbeiðið at grava kavan burtur, fekk ein fipurkaðal skaða.

 

Fipur varð lagdur gjøgnum tunlarnar Norður um fjall í 2006 og har hevur ongin skaði hevur verið síðani, ella í 16 ár.

 

Av tí, at nógvur ísur og kavi var á vegnum, har kaðalbrekið var, tók tað longri tíð, enn vanligt, at finna brekið. Umstøðurnar vóru vánaligar at umvæla brekið, tí mátti tunnilin steingjast, meðan arbeiðið varð gjørt. Av tí sama tók tiað eisini longri tíð enn vanligt at umvæla hetta brekið, sigur landsstýrismaðurin frá Føroya Tele.

 

Men tá ið brekið varð umvælt, varð fipurkaðalin grivin longur niður soleiðis, at brekið ikki kann henda aftur, sigur landsstýrismaðurin. Við hinar tríggjar tunnilsmunnarnar verður kaðalin tryggjaður á sama hátt, soleiðis at líknandi skaði ikki hendir í økinum aftur.

 

Teir Flestu FM-sendarar hjá KVF fáa samband gjøgnum kaðalin, men alt samband varð ikki kvett. Sendarin á Eysturhøvda riggaði, tí hann fær samband ígjøgnum luftina frá sendaranum á Húsareyni, og hann hoyrist summastaðni norðanfyri. Tó var neyðugt hjá fólki at finna sendaran á einum øðrum frekvensi. Millumbylgjusendarin hjá KVF riggaði somuleiðis og hann hoyrist eisini í einum parti av økinum.

 

Iridium-telefonir, sum eru á fylgisveini, eru í bygningunum hjá Føroya Tele á Kirkju og á Svínoynni, og ávís fólk, sum búgva á hesum økjum, hava atgongd til hesar telefonir í neyðstøðu.

 

Nú nýggir tunlar verða gjørdir Norður um Fjall, leggur Føroya Tele nýggjar kaðalar gjøgnum teir. Arbeiðið verður gjørt soleiðis, at tveir kaðlar verða lagdir í tunnilin, ein í hvørjari sínari síðu og hetta minkar munandi um vandan fyri, at alt samband rýkur aftur, sigur landsstýrismaðurin.